Sonur hjá sjeiki gerst kristin

Anwar* hevur eitt greitt svar uppá, hvussu hann gjørdist bjartskygdur og fekk vónina aftur, hóast hann var tveittur út úr egna heimi sínum og at systkin hansara avnoktaðu hann og hóast hann varð hóttur eftir lívinum.

”Eg finni vón í Jesusi,” staðfestir Anwar.

Sonur sjeiksins
25-ára gamli Anwar er frá einum sýriskum forstaði við 700 íbúgvum. Hann hevur eina alawittiska bakgrund. Alawisma er ein sekterisk grein av islam, har ein sjeikur leiðir limirnar í bønini, stendur fyri brúdleypum og gravarferðum, og er átrúnaðarligur dómari. Anwar var sonurin hjá sjeiki, og tað vóru ikki nøkur løtt barnaár.

”Tað er trupult at hugsa aftur á mín barndóm. Eg varð hildin uttanfyri, og eg hevði ikki nógvar vinir. Eg var einsamallur saman við míni telefon í tímar, men eg var eisini sera “trúgvandi”. Eg bað saman við mínum pápa og var ofta í hølunum á honum,” greiðir Anwar frá, meðan sorgin er sjónlig í eygum hansara.

Sum tannáringur byrjaði Anwar at seta pápanum spurningar um teirra trúgv.

”Eg var forvitin at vita, hvør Allah í roynd og veru var. Var hann góður við meg? Hvat skuldi eg gera fyri at gera hann nøgdan við meg? Tíverri vildi pápi mín ikki geva mær eitt svar. Hann segði, at eg fekk meira at vita, tá ið eg gjørdist eldri,” sigur Anwar frá.

Alawisman er sera loyndarfull. Alawittiskar kvinnur kenna ikki loyndarmál trúarinnar, og bert menn, ið hava tikið lut í eini serligari venjing fáa innastu loyndarmálini í trúnni at kenna. Í mong ár fekk Anwar at vita, at hann skuldi bíða til hann gjørdist eldri, til hann dugdi at endurgeva eina ávísa bøn, til hann dugdi at fylgja nøkrum ávísum reglum, áðrenn hann kundi fáa meira at vita um hetta. Eitt skifti gjørdist bíðitíðin ov drúgv hjá honum, og hann fór at hyggja at dokumentarum um átrúnað.

Er kristindómurin ein lygn?
”Eg var vísur í, at kristindómurin var ein lygn. Eg var uppaldur til at trúgva, at kristin tilbiðja eitt menniskja og ikki ein Gud, og at teir høvdu verið villeiddir,” greiðir Anwar frá.

Sjálvt um Anwar øll síni barnaár hevði fingið at vita, at tað var vandamikið at nýta tíð saman við kristnum, so byrjaði hann kortini at tosa við eina kristna gentu á universitetinum. Í byrjanini argaði hann hana, tá hon segði frá um Jesu deyða og uppstandilsi.

”Eg trúði ikki tí, hon segði. Og als ikki, tá hon segði mær, at Jesus enn í dag er á lívi, og at eg kann tosa við hann just nú,” sigur Anwar.

Meðan Anwar gekk á universiteti, var kríggj í Sýria. Heilsan hjá Anwar var ávirkað av støðuni. Hann hevði fingið útsett sína hertænastu, tí hann var lesandi, men hann dumpaði sínar próvtøkur og var nærum tveittur úr sínum lestri. Hann hevði pínu í maganum og kendi seg einsamallan.

“Eg var tunglyntur, og práti hjá kristnu gentuni um Jesus gjørdi bara trýstið alsemt verri. Eg var vísur í, at Allah hataði meg, og eg hataði hann fyri ikki at verja meg. Eg hevði hug at taka mítt egna lív,” sigur Anwara tungliga.” Vinur mín segði við meg, at eg ikki hevði nakað at missa, um eg kortini umhusaði at taka mítt lív. Hon eggjaði mær at tosa við Jesus.”

Kristni lestrarvinur mín lærdi Anwar at biðja, og sjálvt um hann helt, at tað tóktist vitleyst at tosa út í tóman heim, so royndi hann tað kortini.

“Í byrjanini merkti eg onki, men brádliga var eg bundin av at tosa við Jesus. Eg byrjaði at lurta eftir lovsangstónleiki og prædikum. Eg gloymdi alt um sjálvmorð. Ein dagin byrjaði eg at gráta, og eg greiddi honum frá øllum, og brádliga var eg ikki einsamallur longur. Eg hevði ein vin. Jesus,” sigur Anwar nú við lýsandi eygum. “Eg byrjaði at elska Jesus. Hann er mín besti vinur.”

Anwar helt sína trúgv loynda fyri síni familju, tí hann var óttafullur fyri, hvat tey fóru at gera, um tey varnaðust. Fyrstu ferð, hann fór í kirkju saman við síni kristnu vinkonu, hoyrdi hann ikki eitt orð av tí, ið sagt varð.

“Eg hoyrdi hvørki prædiku ella lovsong, tí óttin fyri, at onkur skuldi kenna meg aftur, fylti alt,” sigur Anwar.

Tað eydnaðist ikki Anwari at halda trúgv sína loyniliga serliga leingi. Hann var sonurin hjá sjeikinum, so øll vistu, hvør hann var, og tíðindini um, at hann var sæddur fara í kirkju bórust sera skjótt.

Familjan frættir tíðindini
Anwar er noyddur at anda djúpt, áðrenn hann heldur fram, hvussu familja hansara tók tíðindini um hansara nýggju trúgv.

“Eg hoyrdi, at mamma mín hevði fingið nervasamanbrot. Eg royndi at ringja til míni systkin, men ikki fyrr enn fleiri tímar seinni svaraði systur mín. Hon græt og segði, at eg aldri skuldi koma aftur. Hon segði, at mamma hennara var á sjúkrahúsi, og at eg ikki longur var hennara beiggi,” greiðir Anwar frá.

Um somu tíð varð Anwar bjóðaður við til eina kristna ráðstevnu. Hann hevði trupult at taka endaliga støðu, hvørt hann skuldi fara heim til sína familju at royna at fáa skil á øllum har, ella hvørt hann skuldi taka lut á ráðstevnuni.

“Eg minnist fleiri pínufullar tilburðir um, hvussu mín familja fór við mær,” sigur Anwar, meðan tárini renna honum niður eftir kinnunum. “Eg fór á ráðstevnuna og sløkti mína telefon. Tað gjørdist teir bestu dagarnir í mínum lívi. Eg upplivdi Guds nærveru á ein heilt nýggjan hátt.”

Tá Anwar kom heim aftur aftaná ráðstevnuna, hevði beiggi hansara tømt kamar hansara. Alt, hann átti, stóð í taskum á gólvinum. Familjan bað hann fara úr heimi teirra.

Anwar var einsamallur, men gjøgnum sítt kristna netverk fekk hann arbeiði á einum vónardepli, ið er stuðlaður av Open Doors. Av tí at Anwar hevði eina útbúgving fekk hann arbeiði sum ensklærari fyri 11-14 ára gomul børn. Vónardepilin endaði við ikki bert at bera vón til tey børn, ið komu har, men eisini til Anwar sjálvan.

“Vónardepilin og kirkjan hjálpti mær í eini truplari tíð. Tey góvu mær eina vón, eina nýggja byrjan og møguleikan fyri eini góðari tíð fyri framman,” heldur Anwar fram. “Tað er ein nýggj byrjan í mínum lívi. Mín familja er sum fremmand fyri mær nú, men eg havi fingið eina nýggja familju í kirkjuni, ið er komin í staðin fyri alt tað, eg misti.”

Anwar er heilt øðrvísi, tá hann tosar um sítt nýggja lív. Eygu hansara lýsa upp, og rødd hansara gerst løtt.

“Jesus er alt fyri meg nú. Hann var saman við mær, tá eg ikki hevði nakran annan. Hann bjargaði í veruleikanum lívi mínum, tá eg ætlaði at gera av við meg, og hann gav mær eina nýggja familju,” sigur Anwar at enda.

*Navnið er broytt av trygdarávum

Biðið fyri Sýria

  • Biðið um, at familjan hjá Anwar kann møta Jesusi, so tey kunnu verða sameind aftur.
  • Biðið um, at nýggj kristin sum Anwar mega kunna finna ein felagsskap í kirkjum nærindis.
  • Biðið um, at kristin mugu hava sama dirvi sum vinkona Anwars til at luta trúgv sína við øðrum.
    Kelda: Open Doors
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina