Spennandi lutherkvøld

Sunnudagin 15. januar, var fyrsta lutherkvøldið í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum. Hetta var eitt sera spennandi kvøld, har Bergur Debes Joensen, prestur, serveraði brellbitar um Martin Luther í orðum og myndum. Gott 40 fólk vóru og hoyrdu hesa spennandi undirvísing um Luthers virki, hvønn týdning tað fekk fyri tátíðina, og hvussu tað broytti kirkjuna og lívið hjá vanliga manninum heilt fram til okkara tíð.

Hetta kvøldið er lagt út á heimasíðuna hjá kirkju- og missiónshúsinum á Argjum: www.koma.fo.

Trý kvøld verða aftrat í vár, og eru øll hjartaliga vælkomi at luttaka.