Spennandi navnakapping farin í gongd

Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni hevur í 41 ár verið navnið. Seinastu 5-6 árini hevur tó mangan verið sagt at navnið skal broytast, tí síðani 2015 hava útisetarnir í Keypmannahavn als ikki húsast í Eliaskirkjuni.

Men nú verður navnið skjótt broytt. Á møtinum sunnudagin varð lýst við einari navnakapping, har vinningurin er eitt gávurkort á 1000 kr frá Atlantic Airways. Kappingin heldur fram til 13. februar.

Á Facebook síðuni hjá Føroyska Arbeiðnum í Eliaskirkjuni verður sagt, at tey nú fara “all in” fyri at finna eitt nýtt navn.

– Fyristilla tær, um tú í framtíðini kanst siga, at tú fanst uppá nýggja navnið til Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni, skrivar stýrið á Facebook síðuni.

Tey, ið hava eitt uppskot til navn kunnu skriva til Føroyska Arbeiðið í Eliaskirkjuni á Messenger.

Meira kann lesast her:

LES EISINI  Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum hevur 27 ár á baki og er still going strong
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina