Spennandi sangdagur 23.oktober
Hevur tú hug at syngja í kóri?
Í samband við Stórmøtini, sum verða 5. – 7.november í Ítróttarhøllini á Skála, er ætlanin at hava eitt stórt kór, sum skal syngja sunnukvøldið á Stórmøtunum. Tí verður skipað fyri einum sangdegi, ið er ein venjingardagur.
Kórið fer at venja í Missiónshúsinum á Strondum leygardagin 23. oktober og øll, sum hava hug at syngja, eru vælkomin.
Tað er neyðugt at boða frá luttøku. Hetta verður gjørt á mission.fo og kostnaðurin er 100 kr.
Skrá fyri dagin:
9.00 Morgunmatur
10.00 Venjing
12.00 Døgurði
13.00 Venjing
16.00 Dagurin endar
Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen