Spottan ímóti Heilagum Anda

Spottan ímóti Heilagum Anda er ein tilvita og endalig gerð, sum menniskju fyrst verða sek í, tá ið tey velja lygnina og eru vorðin immun fyri sannleikanum. Spottan ímóti Heilagum Anda er altso ikki nakað, sum ein av óvart kemur at gera ella siga.

Og hann kemur heim, og aftur kemur ein mannfjøld saman, so at teir ikki kundu so mikið sum fáa matnáðir. Og tá ið hansara egnu húsfólk hoyrdu hetta, fóru tey út at taka hann, tí at tey søgdu: »Hann hevur mist vitið!« Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: »Beelsebul er í honum!« og »Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.« Og hann kallaði teir til sín og segði til teirra í líknilsum: »Hvussu kann Sátan reka út Sátan? Og um eitt ríki er komið í ósemju við seg sjálvt, tá kann tað ríkið ikki standa við; og um eitt hús er komið í ósemju við seg sjálvt, tá man tað húsið ikki kunna standa við. Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum. Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara. Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta; men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.« Tí at teir søgdu: »Ein óreinur andi er í honum.« (Mark 3,20-30).

Inngangur

Fyri at skilja Mark 3,20-30 hjálpir tað at hyggja eftir samanhanginum. Mark 3 byrjar við, at Jesus grøðir ein mann, sum hevði eina visna hond (v. 1–6). Frá v. 7–12 lesa vit um, at Jesus grøðir aðrar sjúkur. Í v. 11 lesa vit eisini: ”Og hinir óreinu andarnir fullu til jarðar fyri honum, tá ið teir bóru eyga við hann, og rópaðu og søgdu: ”Tú ert sonur Guðs!”” Eftir hetta lesa vit, hvussu Jesus velur sær tólv lærusveinar (v. 13-19). Jesu undurgerðir fáa fólk til at savnast um hann (v. 20). Hansara egna familja heldur, at hann hevur mist vitið, og tey vilja taka hann við sær heim (v. 21). Men áðrenn tey náa tað, koma hinir skriftlærdu og ákæra hann og siga: ”Beelsibul er í honum” og: ”Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar” (v. 22). Frá v. 23-29 lesa vit síðani, hvussu Jesus svarar teirra ákæru.

LES EISINI  Hvítusunna: Andakt til tey gomlu

”Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum” (v. 26). Í v. 27 kemur Jesus aftur við einari mynd. Hesa ferð brúkar hann myndina um húsini hjá hinum sterka: ”Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara” (v. 27). Í v. 28-29 verður spurningurin um spottan ímóti Heilagum Anda síðani viðgjørdur: ”Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta; men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.” Og v. 30 kemur síðani sum ein forklárandi viðmerking: ”Tí at teir søgdu: ”Ein óreinur andi er í honum.””

Greinin heldur áfram undir myndini

Beelsebul

Mark 3,22: Tá ið hinir skriftlærdu ákæra Jesus og siga, at Beelsebul er í honum, tá siga teir í roynd og veru, at Jesus er sjálvur settur av Beelsebul (sí eisini 3,30; 5,15; 7,25; 9,17). Beelsebul verður fyrst og fremst settur í samband við høvdinga hinna illu andanna og síðani við Sátan (v. 23). Tá ið hinir skriftlærdu siga, at Jesus er settur av Beelsebul, tá skal hetta skiljast á tann hátt, at Jesus rekur illar andar út við Beelsebul. Tann seinna ákæran hjá hinum skriftlærdu er, at Jesus rekur illar andar út við høvdinga hinna illu andanna. Tað, at Jesus rekur illar andar út við høvdinga hinna illu andanna er sambært hinum skriftlærdu ein fylgja av, at Jesus er settur av Beelsebul. Sostatt brúkar Jesus Beelsebul (Sátan) sum eitt amboð, tá ið hann rekur út hinar illu andarnar. Heimur teirra illu andanna er bygdur upp soleiðis, at Sátan er høvdingin, sum hevur afturat sær ein heilan her av lýdnum illum andum. Hinir skriftlærdu nokta ikki, at Jesus rekur út illar andar, men teir halda kortini uppá, at hann ger tað við Sátans hjálp.

Hvussu kann Sátan reka út Sátan?

Mark 3,23: Her byrjar Jesu svar uppá ákæruna hjá hinum skriftlærdu. Jesus spyr: “Hvussu kann Sátan reka út Sátan?” Vi hesum spurningi orðar Jesus ákæruna hjá hinum skriftlærdu á ein annan hátt og peikar harvið á, hvussu heilt burtur við ákæran hjá teimum í grundini er. Hetta verður síðani eisini útgreinað í v. 24 og 25. Í umformuleringini hjá Jesusi er Beelsebul samlíkur við hinar illu andarnar: “Hvussu kann Sátan reka út Sátan?” Soleiðis peikar Jesus á tað ógjørliga í teirra ákæru, tí um Sátan rak út illar andar, tá hevði hann eisini oyðilagt seg sjálvan. Tað er eisini hetta, sum v. 24-26 undirstrikar.

LES EISINI  Verðið fyltir av Andanum

Greinin heldur áfram undir myndini

Jesus rænir Sátans hús

Meðan fyrsti partur av Jesu svari (v. 23-26) peikar á, hvussu heilt burtur við ákæran er, so peikar seinni partur av Jesu svari (v. 27) á, at tað veruliga snýr seg um at sigra á Sátani, tá ið talan er um at reka út illar andar. ”Hin sterki” er ein mynd uppá Sátan. ”Húsini” er ein mynd uppá umráðið, sum hann ræður yvir, tvs. hansara ríki (sí t.d. Matt 12,26). Myndatalan undirstrikar trý ting viðvíkjandi Sátans ríki: 1) Tað er eitt avmarkað umráði. 2) Tað verður hildið uppi við einari stýrandi megi. 3) Tað inniheldur sett menniskju, sum Sátan valdar yvir. “Hús hansara” sipar til, at tað er Sátan, sum heldur húsinum uppi. Tá ið talan er um at ræna ognarlutirnar hjá hinum sterka, tá merkir hetta sostatt, at talan er um, at menniskju, sum eru sett av illum andum, verða gjørd fræls frá Sátans megi, tá ið hinir illu andarnir verða riknir út, og tey verða førd yvir í Jesu ríki. Sambært v. 27 kann ránið fyrst henda, tá ið hin sterki er bundin. Sambært Nýggja Testamenti varð ein endaligur sigur vunnin yvir Sátan, tá ið Jesus doyði á krossinum (Jóh 12,31; 16,11 og Kol 2,15). Og krossardeyðin hevði eina langtíðar ávirkan bæði aftureftir og frameftir í tíð. Tað er altso vegna hin komandi krossardeyðan, at Jesus eisini í hesi løtu rekur illar andar út og harvið rænir Sátans hús.

Jesu ávaring

Mark 3,28: Hin triðji parturin av Jesu svari til ákæruna hjá hinum skriftlærdu er ein ávaring ímóti at spotta Heilagan Anda. Jesus byrjar við at siga: ”Sanniliga sigi eg tykkum.” Her er talan um eina orðing, sum undirstrikar sannleikan í tí, sum verður sagt. ”Allar” sipar til, at ein og hvør synd og spottan skal verða fyrigivin. Gud vil altso gjarna fyrigeva øllum menniskjum teirra syndir. Her er talan um allar syndir, tvs. eitt og hvørt brot á Guds lóg og eina og hvørja spottan ímóti Gudi. Fortreytin fyri hesa fyrigevingina er, at menniskju vilja taka ímóti henni við trúgv.

Spottanin hindrar umvendingini

Mark 3,29: ”men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda” sipar til eitt undantak. Tað er eitt, sum ikki verður fyrigivið, og tað er spottan ímóti Heilagum Anda. Men hvat er so spottan ímóti Heilagum Anda? Og hvat er tað, sum ger júst hesa spottan til nakað serligt? Tað serliga við hesi spottan er ikki, at Heilagur Andi er á einum hægri støði, forstaði á tann hátt, at syndir ímóti menniskjum kunnu fyrigevast, men ikki synd ímóti Heilagum Anda. Hetta er ikki meiningin, tí at Heilagur Andi er guddómligur. Og vit hava jú sæð, at allar syndir og spottanir ímóti Gudi kunnu verða fyrigivnar. Tað serliga við hesi spottan er heldur ikki, at talan er um eina heilt serliga synd, sum ikki kann verða fyrigivin, tí at hon er meira álvarsom enn aðrar. Tað er akkurát líka álvarsamt at spotta bæði Gud og Heilagan Anda. Spottan ímóti Heilagum Anda sipar harafturímóti til tað, at menniskju standa ímóti Guds frelsandi virksemi. Tað er jú Heilagur Andi, sum virkar umvendingina hjá menniskjum. Jesus hevur goldið bótina fyri allar heimsins syndir – eisini spottan ímóti Heilagum Anda -, men henda spottan er tó eitt undantak, tí at hon hindrar umvendingini. Um ein kallar Guds anda fyri Sátans anda, tá er umvending ikki longur gjørlig fyri ein, tí tá sleppur Heilagur Andi jú ikki at leiða ein til frelsu.

LES EISINI  Møti við Jógvani Højgaard og monnum úr Hvalba og Tvøroyri

Endi

Mark 3,30: Markus kemur her við einari forklarandi viðmerking. Hinir skriftlærdu ákærdu Jesus fyri at vera settan av Beelsibul (”Beelsebul er í honum!”). Í hesum føri liggur spottanin ímóti Heilagum Anda í eini reingjan av sannleikanum: Guds andi verður kallaður Sátans andi.

Spottan ímóti Heilagum Anda er ein tilvita og endalig gerð, sum menniskju fyrst verða sek í, tá ið tey velja lygnina og eru vorðin immun fyri sannleikanum. Spottan ímóti Heilagum Anda er altso ikki nakað, sum ein av óvart kemur at gera ella siga. Harafturímóti er talan um eina tilvitaða og avgjørda áskoðan, har ið sannleikin er gjørdur um til lygn. Spottanin hjá hinum skriftlærdu er eitt tekin uppá teirra herðing og uppá, at allur longsul eftir Gudi er burtur. Tess vegna kann man eisini vera vísur í, at øll tey, sum óttast fyri at hava gjørt hesa syndina, veruliga ikki hava gjørt hana. Óttin er jú eitt tekin uppá, at ein ikki hevur hert sítt hjarta og at ein veruliga leingist eftir Gudi.

Keldur  

Kjær, Torben. 1991. Markus-Evangeliet. København: Credo Forlag
Kaiser, Walter C Jr. 1996. Hard Sayings of the Bible. Downers Grove, Illinois: InterVarsity Press
Alnót:
http://tkjaer.net/manuskrifter/

Kelda: jonhard.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina