Starvsfólkini viðgera fráfall, ymiskleika og onnur viðkomandi evni

Um dagarnar eru løntu starvsfólkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini á starvsfólkaskeiði, sum hesaferð verður hildið í Leguhúsinum í Nesvík.

Í gjár hevði Vinjard Magnussen eina framløgu um fráfall, út frá eini ritgerð, hann hevur skrivað í sosialvísindum. Serliga kom hann inn á, hvussu fólk, ið hava vent trúnni bakið, uppliva sítt egna fráfall og støðu sína áðrenn og aftaná. Orðaskiftið aftaná vísti, at hetta er eitt sera viðkomandi evni fyri meinigheitir og kristiligar felagsskapir.

Úr skránni kann eisini nevnast gudstænasta í Eiðis kirkju í gjárskvøldið. Jonhard Jógvansson prædikaði um illveðrið á Genesaretvatni, og aftaná var altargangur.

Gestur í dag er Jóhanna Andreassen, ið undirvísir um ymiskleikan á einum arbeiðsplássi og ymiskar persónligheitstypur. Starvsfólkini eru engagerað, tá prátið kemur inn á teir møguleikar og tær avbjóðingar, tað kann geva.

Annars er hugni, prát, spákitúrar og kjak um viðkomandi spurningar í steðgunum. Eisini verður nýggja høllin dúgliga brúkt. Bæði til fótbólt, badminton og til biograf.

LES EISINI  Stórmøtini '18: Søkið fyrst Guds ríki!

Vegna starvsfólkaskeiðið er landsskrivstovan stongd til og við í morgin, mikudagin. Opið er aftur sum vant hósmorgunin klokkan 9. Annars hevur skrivstovan telefontíð gerandisdagar millum klokkan 9 og 12, fríggjadag tó til klokkan 15. Møguleiki er tó at koma inn á gólvið fram til klokkan 15 hvønn gerandisdag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina