Starvslýsing: Leiðari til Blákrossheimið

Leiðari til Blákrossheimið

Søkt verður eftir leiðara til Blákrossheimið á Nesi, at byrja 1. september 2019 ella skjótast tilber.

 

Sum leiðari á Blákrossheiminum hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni av viðgerðini á heiminum, starvsfólkum og rakstrinum. Harafturat skal leiðarin:

  • Tryggja framhaldandi menning og dygd í viðgerðartilboðunum, Blákrossheimið veitir
  • Tryggja, at viðgerðartilboðið DAT-ung framhaldandi mennist og nær sínum endamáli
  • Menna starvsfólkini
  • Tryggja búfólkum og teimum, ið leita sær viðgerð, góð og livilig kor
  • Samstarva við stýrið fyri heimið og annað virksemi hjá Bláa Krossi
  • Samstarva við aðrar stovnar og mynduleikar

Førleikakrøv

Vit søknast eftir einum leiðara, sum:

  • Hevur hóskandi heilsufakliga útbúgving og leiðsluroyndir
  • Hevur royndir frá viðgerðararbeiði ella tí, ið kann samanberast við hetta
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Hevur víst hegni og vilja at leiða og skipa fyri
  • Hevur evni at stimbra og stuðla starvsfólkunum
  • Hevur vilja til støðugt at arbeiða við menningarmøguleikum
  • Tekur undir við tí, sum Blái Krossur stendur fyri, hugsjónarliga og andaliga
LES EISINI  Aðalskrivari til Bláa Kross Føroya

Vit bjóða

Talan er um eitt avbjóðandi leiðarastarv í góðum arbeiðsumhvørvi og við ágrýtnum stavsfólkum. Sum leiðari kemur tú, saman við stýrinum fyri Blákrossheimið, at mynda virksemið. Starvið gevur góðar menningarmøguleikar, og er møguligt at fara undir leiðsluútbúgving, um tann setti ikki frammanundan hevur slíka.

Setan

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er 9. august 2019, og skal umsókn saman við prógvum og øðrum sendast til:

Bláa Kross Føroya

Heiðavegur 32

600  Saltangará

Ella til teldupost: blakross@blakross.fo

Viðmerkt: umsókn leiðari

Meir er at síggja til virksemið hjá blákrossheiminum á www.blakrossheimid.fo.  Um tú ynskir fleiri upplýsningar um starvið, kanst tú ringja til Dakko Petersen, aðalskrivara, tlf 770 707.

 


Blákrossheimið á Nesi er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við rústrupulleikum. Virksemið byrjaði í 1984 og er góðkent sum viðgerðarstovnur av Føroya Landsstýri. Pláss er fyri 12 búfólkum á heiminum. 12,5 ársverk eru á heiminum umframt 3 ársverk í DAT-ung, sum heldur til í Tórshavn.

LES EISINI  Títt Rúm byrjar barnabólkar í Suðuroy

Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, sum hevur trý hjartamál: 1) Vit vilja hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. 2) Vit vilja hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. 3) Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina