Starvslýsing: Vilt tú vera við til at halda og menna eitt livandi leguhús?

Húsavørður:

Vilt tú vera við til at halda og menna eitt livandi leguhús?

Leguhúsið í Nesvík er eitt virkið hús, sum verður nýtt til alskyns tiltøk alt árið. Søkt verður tí eftir húsavørði at standa á odda fyri viðlíkahaldi og ábótum. Tú sleppur at nýta tínar handverkligu førleikar – til gleði fyri túsundtals børn, ung og vaksin.

Útbúgving og førleikar

  • tú hevur útbúgving sum handverkari ella líknandi

Persónligir eginleikar

  • tú ert virkisfús/ur og ágrýtin
  • tú dugir at síggja, hvat tørvar eina bøtandi hond
  • tú hevur dirvi til at taka avgerðir
  • tú ert skipað/ur og dugir at raðfesta
  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
  • tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

Tú fært ábyrgd fyri

  • viðlíkahaldi, ábótum, umvælingum og nýgerð í Leguhúsinum í Nesvík
  • møguliga øðrum uppgávum, tillagað persónin

Tú vísir til aðalskrivaran.

Vit bjóða tær

  • at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • eitt spennandi og innihaldsríkt starv
  • løn og setanartreytir eftir nærri avtalu
LES EISINI  Tann gamli boðskapurin kann eisini sigast við nútíðar myndum

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin

Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari

Nesvík 8

FO-437 Nesvík

ella

andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 25. september 2019.

Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?

Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo

 


Leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu í 1993, og í 2019 var nýggja høllin liðug. Leguhúsið er partur av virkseminum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóða missión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

 

Kirkjuliga Heimamissiónin

tel 470000

www.mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina