“Steðga á!” Stórmøtini 2019 verða í Havn 25.-27. oktober
Hvørt ár, vanliga síðsta vikuskifti í oktober, skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í eini ítróttarhøll úti um landið. Í ár verða stórmøtini í Høllini á Hálsi í Havn, og fyrireikingarnar ganga væl.
Stórmøtini eru saman við summarlegunum størsta afturvendandi tiltak hjá Heimamissiónini, og sera nógv verður gjørt burturúr at skipa fyri eini fjølbroyttari og viðkomandi stevnu. Endamálið er at boða ein einfaldan evangeliskan boðskap.
Andrias Magnussen, aðalskrivari, sigur, at fyrireikingarbólkurin er væl mannaður:
– Í fyrireikingarbólkinum eru Jútta Reynslág av Argjum, Lillie Heinesen úr Havn, Jákup Justinussen, ið hevur staðið á odda fyri tónleikinum seinastu árini, Dan Højgaard úr Landsungdómsnevndini og eg sjálvur.
Tað mesta av skránni er komið uppá pláss, og mong ymisk ábyrgdarfólk eru í holt við hvør sínar uppgávur. Tí eitt so stórt tiltak krevur tilsamans fleiri hundrað fólk, ið vilja geva sítt íkast.
– Í ár verður evnið fyri stórmøtini nakað við at steðga á. Tí tey allarflestu eru samd um, at vit nútíðarmenniskju renna sera skjótt; alt rundanum okkum og í okkara egna lívi gongur við rúkandi ferð. Tí hava vit tørv á at steðga á og grunda um teir stóru spurningarnar í lívinum. Vit mugu eins og Maria seta okkum við meistarans føtur, hann sum eigur tað æviga lívið og hevur vunnið á tí illa fyri okkum, sigur Andrias.
Skráin fyri stórmøtini verður sjálvandi lýst nærri her á Trúboðanum, sum tíðin nærkast.