Steintóra nýggj forkvinna í Prestafelagnum

Herfyri var aðalfundur í Prestafelagi Føroya. Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, ið kom í nevndina í 2008, stillaði ikki uppaftur.

Símun Persson Jacobsen varð afturvaldur, og Maria Jørðdal Niclasen helt eisini fram. Hon stóð ikki fyri vali hesaferð. Nýggj í nevndini er Steintóra Gleðisheyg Joensen. Heri J. Joensen varð afturvaldur sum tiltakslimur. Nýggja nevndin hevur skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu, Símuni Perssyni Jacobsen sum næstformanni og Mariu Jørðdal Niclasen sum kassameistara.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.

LES EISINI  Menn í kjóla: Um hví tað er skilagott at fara til gudstænastu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina