Støðan hjá teimum forfylgdu kristnu kring heimin í 2025
Hósdagin legði Open Doors Føroyar fram World Watch List 2025 á Hotel Hafnia. Hetta er ein listi yvir tey lond, har kristin verða mest forfylgd fyri trúgv sína. Tiltakið samlaði nakrar av okkara fremstu politikkarum og leiðarar innan kirkju- og samkomulív í Føroyum, sum gjørdu sær tankar um støðuna hjá forfylgdum kristnum og týdningin av trúarfrælsi í einum samfelag.
Hygg eftir filmsbrotunum fyri at hoyra reaktiónir frá politikkarum, umframt leiðarum úr kirkjum og samkomum í Føroyum.