Støðan í Afganistan tvey ár eftir at Taliban tók valdið 15. august 2021

Seinastu tvey árini er nógv broytt í landinum. Lívið er vorið sera torført, eingin útbúgving, einki arbeiðið og líðingarnar koma av hesi orsøk. Ótti er á fólki og serliga eru tað kvinnurnar, sum eru mest útsettar.

Marzia, ein kvinna í Afganistan, er ein av nógvum, sum býr í landinum, sum hevur vent sær til Sat7, fyri at greiða frá tí sum hendir. Ein felags syrgjulig søga um líðingar, frá okkara ymisku hyggjarum.

Marzia greiðir soleiðis frá: «Støðan í Afganistan er ein ruðuleiki. Má Harrin hava miskunn og frelsa hesi menniskju frá syndum teirra og leiða tey á beina kós. Tað er eingin onnur vón fyri Afganistan. Eg síggi, at hetta fólk ikki skilir hvat tað ger, men eg verið styrkt í trúnni.»

Arsham smæddist ikki við at lýsa stjórnina í Afganistan: «Biðið fyri okkum. Taliban hevur stongt skúlar og fróðskaparsetur fyri teimum lesandi og broytt hesar bygningar til herðnaðarlegur og aðrar stovnar.»

LES EISINI  Guð virkar í lívinum hjá teimum ungu í Turkalandi, ígjøgnum sjónvarpsrásina Sat7-Turk

Dalir sigur frá, hvussu sjálvt grundarlagið undir fíggjar, mentunar og útbúgvingarheimunum fór í upploysn, eftir at Taliban kom til ræðið. Og hann hevur rætt. Fíggjarstøðan í landinum er hættislig og letur 90 prosent av fólkinum liva í óvissu um tey fáa mat á borðið. Føðslutrot, langtíðar heilsuvandi millum børn og hungur nívir fólkið.

«Tær størstu avbjóðingarnar, er arbeiðsloysi og vantandi trygd» sigur Dalir. Líðingarnar leiða nógv fólk út í ráða- og vónloysi.” Tey kristnu saman við Dalir seta álit sítt á Guð og liva soleiðis í vónini. Hann sigur víðari: ”Tað sum heldur okkum uppi, er trúgvin á okkara himmalska faðir og sannføring um, at hann hevur umsorgan fyri børnum sínum og kemur teimum til hjálpar. Vit eru takksom fyri bønir tykkara í vissuni um, at vit hava eina ljósa tíð fyri framman”

”Fyri tveimum árum síðani, tá Taliban tók valdið í Afganistan, mistu familjan og eg alla vón”, sigur Jamil, afganskur pápi. ”Um hesa somu tíðina komu vit inn á sendirásina hjá Sat7-Pars. Eg ynskti og valdi at gerast ein kristin. Eg setti meg í samband við bróður Farshid, ein av stuðulstoyminum hjá Sat7, har vit via Zoom, bóðu frelsubønina saman. Eftir hetta broyttist nógv í lívi mínum. Hóast allar trupuleikarnar, so er gleðin kom innaftur í heim okkara.”

LES EISINI  Hóast avbyrging: Av Guðs náði elska vit Jesus

Latið okkum fyrst takka Guði fyri, at hann varðveitir sítt fólk í Afganistan. Latið okkum biðja hann um, at úthella av sínum anda og svara bønum teirra særdu trúgvandi í landinum. Vit hava álit á, at hann fer at svara okkum Sálm 34:18-19 «Tá ið tey kalla, Harrin tey hoyrir, hjálpir teimum úr øllum teirra neyðum. Nær er Harrin teimum staddur, ið hava sundurbrotið hjarta, frelsa vil hann tey, ið hava sundursprongdum anda.”

Kelda Sat7  Leystliga umsett

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina