Stór jazz-, gospel- og countrykonsert í nýggju høllini í Nesvík 20. september

Hevur tú ikki vitjað nýggju høllina í Nesvík enn, so er høvi nú! Í sambandi við Mentanardagar í Sunda kommunu verður ókeypis konsert í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík við New Orleans Orkestrinum Eitil og Bláum Grasi. Konsertin verður fríggjakvøldið 20. september klokkan 20.00.

New Orleans Orkestrið Eitil er eitt ársgamalt orkestur, ið serliga spælir gomul gospelløg. New Orleans-tónleikur er jazzur, og jazzur sigst stava frá býnum New Orleans í statinum Louisiana. Orkestrið hevur tríggjar sangarar og er annars mannað við banjo, trummum og fimm blásarum. Tey hava fyrr havt konsert í bæði Hósvíkar kirkju og Kirkjuni við Norðskála, og tær hava verið sera væl umtóktar.

Bluegrassorkestrið Blátt Gras úr Vágum er kent um alt landið fyri sín lætta, festliga og glaða tónleik við einum góðum boðskapi. Menninir hava higartil givið tvær fløgur út, “Ávegis” í 2014 og “Framvegis” í fjør. Blátt Gras hevur luttikið á nógvum tiltøkum um landið, alt frá møtum til festivalar.

LES EISINI  Blátt Gras við nýggjari fløgu

Tað er Sunda kommuna, sum skipar fyri konsertini í samstarvi við Leguhúsið, og konsertin er sum nevnt ókeypis. Mentanardagarnir hjá Sunda kommunu verða í døgunum 12.-21. september, og fjølbroytta skráin sæst við at trýsta her.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina