Stór luttøka til leiðarafundin

Týsdagin 3. septembur var leiðarafundur fyri leiðslurnar í sjómanskvinnuringunum. Fundurin er fastur táttur á skránni hjá Sjómansmissiónini, og liggur altíð fyrst í septembur. Fundurin hevur skift millum ymiskar bygdir og býir og var hesaferð í Missiónshúsinum í Leirvík.

Byrjaði varð við góðum nátturða kl.18. So var andakt áðrenn Rósalind Olsen tosaði út frá Luk. 8,1-3, um kvinnurnar, sum tæntu Jesusi og lærusveinunum við tí tær áttu. Spurningurin: Hvussu tæna vit Jesusi við tí vit eiga í dag? var eisini frammi. So vóru spurningar í samband við evni bornir út á borðini, og samrøðurnar gingu væl.

Klokkan 20.30 var drekka, og eftir tað var kunning og frítt orðaskiftið um arbeiðið. Fleiri høvdu orðið og ymiskt áhugavert kom fram. Undirtøkan var góð, tí 50 luttakarar vóru. Takk til tykkum í Leirvík, sum høvdu verkligu ábyrgdina av kvøldinum. Gud signi sjómanskvinnuringarnar, sjófólkið og Sjómansmissiónina.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin í Vági jólahugna
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina