Stóra ókeypis konsertin í Nesvík verður fríggjakvøldið

Tað er nú fríggjakvøldið, at stóra jazz-, gospel- og countrykonsertin verður í nýggju høllini í Nesvík! New Orleans Orkestrið Eitil og Blátt Gras spæla og syngja, og byrjað verður klokkan 20. Hetta er í sambandi við Mentanardagar í Sunda kommunu, og kommunan og leguhúsið skipa fyri í felag.

New Orleans Orkestrið Eitil er eitt ársgamalt orkestur, ið serliga spælir gomul gospelløg. Orkestrið hevur tríggjar sangarar og er annars mannað við banjo, trummum og fimm blásarum.

Bluegrassorkestrið Blátt Gras úr Vágum er kent um alt landið fyri sín lætta, festliga og glaða tónleik við einum góðum boðskapi. Menninir hava higartil givið tvær fløgur út, “Ávegis” í 2014 og “Framvegis” í fjør.

Umstøðurnar til eina góða konsert eru av teimum allarbestu í nýggju høllini í Nesvík. Eftir konsertina verður ein góður drekkamunnur.

LES EISINI  Oktoberlegan sett í gongd
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina