Stórdystur millum Toftir og Strendur

Leygarkvøldið savnaðust ungdómsarbeiðini í Tabor og Missiónshúsinum á Strondum til dyst aftaná eitt felagsungdómsmøti í Tabor. Bæði ungdómsarbeiðini høvdu gjørt nógv burturúr. Tey høvdu venjarar at stuðla leikarunum og løgdu taktikk í skiftirúmunum áðrenn dystin.

Ímeðan dysturin var, kundu áskoðarunum fáa sær franskan og sodavatn.

Leikt var tríggjar ferðir 30 minuttir heldur enn tvær ferðir 45 minuttir.

Dysturin var spennandi við fleiri málum, og eftir at tey á Strondum vóru farin framum, kom tann lokali presturin Ovi Brim inn á vøllin at hjálpa Tabor. Dysturin endaði við javnleiki 4-4, so hann mátti avgerast við brotsparkskapping. Ikki fyrr enn fleiri enn 10 á hvørjum liði høvdu skotið brotsspark, endaði Tabor við at taka siðurin.

Eftir dystin vóru øll boðin oman í Tabor til opið hús.

(Dann Johannesen hevur skaffa myndirnar)