🗓 SKRÁIN


Fríggjadagur

7. januar
Kl. 19:00 Stórmøti – “Hvar finni eg frið – mitt í órógv”
  • Pól Johannesen talar
  • Sangframførsla við Taborkórinum og Petur Hans & Jónhild
  • Kringvarp Føroya tekur upp
  • Innsavnað verður til Trúboðan
  • Barnaansing er undir møtinum
Kl. 22:00 Ungdómsløta
  • Lovsangsløta
  • Sangframførsla við ungum úr Tabor
  • Innsavnað verður til HMU

Leygardagur

8. januar
Kl. 16:00 Í Meinigheitshúsinum á Skála
  • Áhugatími – Petur Súni Jacobsen: “At eydnast í lívinum”
  • Verkstova – HMU skipar fyri verkstovu, har arbeitt verður víðari frá Inspire
Kl. 19:00 Stórmøti – “Kann ótti verða góður?”
  • Mariann Djurhuus Poulsen talar.
  • Menn í kjóla
  • Sangframførsla við streingjakórið á Skála og sangbólki av Skála
  • Innsavnað verður til Leguhúsið í Nesvík
  • Barnaansing er undir møtinum
Kl. 20:45 Expo
Kl. 22:00 Ungdómsløta
  • Tala við Menn í kjóla
  • Lovsangsløta
  • Sangframførlsa við Annu Lovisu Mýri
  • Innsavnað verður til HMU

Sunnudagur

9. januar
Kl. 14:00 SIMBA hitt
  • Sangframførlsa við kóri frá Sangfagnaðinum
  • Innsavnað verður til Simba
Nátturði verður eftir SIMBA hittið
Kl. 18:00 Stórmøti – “Hjá Jesusi finni eg friðin”
  • Hanus á Gørðum talar.
  • Sangframførlsa við Sangskeiðskóri og Erlu & Heðin
  • Innsavnað verður til Kirkjuligu Heimamissiónina
  • Barnaansing er undir møtinum

Samtala og forbøn verður bæði til stórmøtini og ungdómsløturnar.

Drekka verður aftaná øll møtini

Barnaansing er undir øllum stórmøtunum.

Stórmøtini verða tulkað til enskt.

Meira um stórmøtini

+29

Myndarøð: Stórmøtini 2022

Høllin var full á stórmøtinum um vikuskiftið í ítróttahøllini á Skála.  Her sært tú myndirnar frá møtinum.

Beinleiðis frá Stórmøtunum

Her ber til at fylgja við, tá ið vit frá kl. 19 senda beinleiðis frá Stórmøtunum í ítróttarhøllini á Skála. Evni: »Eitt lív, tveir vegir– teir tveir møguleikarnir«Jens Medom Madsen talarTaborkórið syn…

Beinleiðis frá Stórmøtunum

Her ber til at fylgja við, tá ið vit frá kl. 19 senda beinleiðis frá Stórmøtunum í ítróttarhøllini á Skála. Evni: »Eitt lív, tveir vegir– ímillum nú og tá«Hans Ole Bækgaard talarGenturnar hjá Fríðhild…

Hoyr tveir av nýggjaru sangunum, sum vit fara at syngja í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum eru Stórmøti í høllini á Skála og fyrireikingarnar eru nú í hæddini. Tað er eisini galdandi fyri tónleikararnar og forsangararnar, sum gleða seg til at spæla og syngja saman við okkum …

+11

Tað sjóðar og prutlar í krókunum

Runt landið eru fyrireikingarnar til Stórmøtini í hæddini. Nógv er at hugsa um, tá ið eitt tílíkt tiltak skal fyriskipast.    Mikukvøldið møttust nøkur fólk fyri at taka ein lítlan film upp til Stórmø…

So nógv hugdu eftir Stórmøtunum

Nógv fólk fylgdu við, tá ið vit í vikuskiftinum sendu Stórmøtini. Upp til 225 eindir vóru við á ymisku rásunum hjá Trúboðanum – heimasíðuni, facebook og YouTube, meðan í minsta lagi 400 eindir hugdu e…

– Expo –

Arbeiðsgreinar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og aðrir felagsskapir greiða frá sínum arbeiði

OM Føroyar

Stutttíðarmissión er ein góður møguleiki hjá tær at læra um og royna teg í missión í styttri tíðarskeið, frá eini viku til tvey ár.

Blái Krossur Føroya

Øll hava rætt til góð barnaár er eitt tilboð til børn og ung í aldrinum 0-25 ár og til familjur, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka/rúsevnir fylla ella hava fylt ov nógv í familjuni.

Mirjam

Felagsskapurin Mirjam hevur sum endamál at hjálpa kvinnum í Afrika til sjálvbjargni við íverksetan, soleiðis at hesar kunna vinnan pening til mat og heim til teirra børn.

LMH bíbliuskúli

LMH er stytting fyri Luthersk Missions Højskole – ein háskúli og bíbliuskúli í einum. Her er tíð til Gud, til tín sjálvan og til onnur. Møguleiki er at taka eitt 5 ella 10 mánaðar skúlaskeið.

KUMPAS bíbliulesiætlan til ung

KUMPAS leiðir teg á eina spennandi ferð ígjøgnum Bíbliuna og hjálpir tær at skilja, hvat hon snýr seg um. KUMPAS kemur út 2 ferðir um árið og gevur tær ein stuttan bíbliutekst at lesa hvønn dag við eini frágreiðing, avbjóðingum og spurningum at hugsa um. 

Bók: Guds undurfullu orð

Sjómansmissiónin

Føroyska sjómansmissiónin hevur síðan byrjanina í 1918 havt tvey hjartamál – og tey at boða Guds orð til sjófólkið og at stimbra trúgvandi sjófólk í trúnni og í trúarlívinum. Tí hevur sjómansmissiónin trúboðara í starvi, sum vitjar umborð á skip og bátar.

Børkop bíbliuskúli

Tak ein steðg og set fokus á framtíðina. Eitt uppihald á bíbliuskúlanum Børkop í 5 ella 10 mánaðir kann hava ein avgerandi týdning fyri títt lív – óanisæð um tú ert nýggjur í trúnni ella hevur tørv á at fáa eitt “kick” í títt kristnilív.

Trúboðarar

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur 6 trúboðarar í starvi, ið gera eitt fjølbroytt arbeiði.

Les meira um okkara arbeiðsgreinar

SIMBA barnaarbeiði

Ungdómsarbeiði

Manna.fo – bókahandil

Sunnudagsblaðið