Stórmøti 2024 nærkast í hvørjum
Komandi vikuskiftið 25.-27. oktober verða árligu Stórmøtini hildin í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn.
Hvørt ár skipar Kirkuliga Heimamissiónin Stórmøtir, og í ár er eingin undantøka. Á ársins Stórmøtum verða møtir hildin hvørt kvøld, har møguleiki er at fordjúpa seg í ársins evni: ‘’Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?’’
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru møtini kl. 19. Alfred Petersen talar fríggjakvøldið um undirevnið: ‘’Ljósið skínur í myrkrinum.’’ Meðan møti er, so verður eitt Junior-tiltak fyri børnini samstundis sum møtið.
Eisini verða sangframførslur hvørt kvøld at hoyra. Erla Mortensen og Heðin Askham syngja og spæla fríggjakvøldið, og leygarkvøldið traðkar stórt felagskór úr Fuglafirði, Leirvík og Toftum á pallin. Sama kvøld er møguleiki at hoyra Hanus á Gørðum, sum fer at tosa um: ‘’Guds friður, sum ber av øllum vitni’’. Eins og fríggjakvøldið, so verður Junior-tiltak fyri børnini samstundis sum møtið.
Endabresturin verður sunnukvøldið kl. 18, har Pól Johannesen fer ígjøgnum evnið: ‘’Savnið tykkum gripir í himli.’’ Tónleikurin fer eisini at runga hetta kvøldið; sangframførsla verður við Gadders.
Øll møtini verða tulkaði til enskt í smátalarum. Umframt hetta verður teknmálstulking til øll møtini. Møguleiki er fyri at fara til samtalu og forbøn eftir møtini.
Hvørt kvøld verður barnaansing, har børnini hava møguleika at spæla og hugna sær saman við ymiskum spølum og spennandi ítrivum.
Bókaborð eru til øll møtini, har stórt úrval av bókum eru til sølu.