Stórmøtini 2021: Hvar finni eg frið?
Tað er yvirskriftin til ársins Stórmøtir, sum verða í Ítróttarhøllini á Skála 5. til 7. november.
Í fjør var ikki møguligt at hava Stórmøtini eins og undanfarin ár, men í ár verða Stórmøtini endiliga aftur á skránni.
Komandi tíðina fara vit at seta júst hendan spurningin – og aðrar – Hvar finni eg frið? Tað gera vit við samrøðum, greinum og poddvarpið.
Tí eitt er hvar eg finni frið, men spurningurin er eisini hvønn frið tosa vit um? Og havi eg yvirhøvur tørv á friði, tí eg trívist kanska so ómetaliga væl tá tað ikki er friður. Hasar spurningar umframt nógvar aðrar fara vit at seta hol sum eina upptakt til Stórmøtini 2021.
Fylgið tí væl við her á Trúboðanum komandi tíðina, har nógv spennandi og áhugavert tilfar fer at koma út áðrenn Stórmøtini byrja.
Skráin fyri Stórmøtini er annars hendan:
Fríggjakvøldið (kl. 19) talar Pól Johannesen.
Leygarkvøldið (kl. 19) talar Mariann D. Poulsen, og sunnukvøldið (kl. 18) er tað Hanus á Gørðum, sum talar.
Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld vera ungdómsløtur kl. 22.
Sunnudagin kl. 15 verður Simbahitt
Meira kunning um skránna kemur seinni.