Stórmøtini 2023: Takk fyri í ár
Ein stór tøkk skal ljóða til øll, sum hetta vikuskifti komu til Stórmøti í høllini á Giljanesi, og til tey mongu, sum hjálptu til á ymsan hátt at fáa tiltakið at bera til. Tað var deiligt at síggja so nógv leita saman til felagsskap um Guds orð.
Her eru nakrar myndir frá sunnudegnum, har eini 1100 fólk fyltu høllina til SIMBA-hittið, ið helst er størsti sunnudagsskúli nakrantíð hildin í Vágunum.
Myndirnar eigur Bárður Thomassen.