Stórmøtini – í frástøðu

Hóast vit ikki kunnu samlast í stórari fjøld, so verða Stórmøtini 2020 kortini hildin, næstan sum vanligt. Tú kanst longu gleða teg til tann 6. til 8. november, tá Stórmøtini verða send sum netmøtir á truboðin.fo

Stórmøtini í staðbundna felagskapinum

Stórmøtini eru okkara stóra árliga tiltak, sum vit øll eru saman um. Tá hetta nú ikki ber til, vónar leiðslan í Heimamissiónini, at fleiri fara at gera eitt sindur meir burturúr staðbundna felagsskapinum hesar dagarnar – sjálvandi undir galdandi tilmælunum. At fólk fara at hittast heima ella í missiónshúsum kring landið, fyglja við á skíggja og á henda hátt gera Stórmøtini 2020 til eina góða uppliving.

Skráin

Skráin fer í størsta mun at líkjast vanligu skránni á Stórmøtunum. Fyrsta møtið verður fríggjakvøldið klokkan 19.30, har Frits Thomsen av Skála talar. Vit fara eisini at frætta meir um nakrar nýggjar sangir, sum Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen hava skrivað í ár. Sjálvandi skulu vit eisini hoyra sangframførslur og syngja við í felagssangunum.

LES EISINI  Handan skermin

Vit kunnu eisini gleða okkum til eitt stutt dramastykki hvørt kvøld, sum fýra ung hava gjørt. Boðskapurin í filmsbrotunum taka støði í evnunum, sum eru tey trý kvøldini: At vera í Kristusi, at vaksa í Kristusi og at virka í Kristusi.

Klokkan 22.00 er ungdómsmøti á skránni, og tað er Landsungdómsnevndin, ið skipar fyri teimum.

Ársmøtið hjá Heimamissiónini, sum skuldi vera í vár, varð eisini avlýst, og tí sendir Trúboðin formansfrásøgn, við Símuni P. Jacobsen og arbeiðsfrásøgn við Andriasi Magnussen á middegi leygardagin.

Um kvøldið er aftur møti klokkan 19.30, har Jógvan Højgaard talar. Og klokkan 22.00 er ungdómsmøti.

Sunnudagin klokkan 15.00 senda vit SIMBAHITT, og um kvøldið er tað formaðurin, Símun P. Jacobsen, sum talar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina