Stórt alment tiltak í SALT í morgin, 2.4

Tíðindaskriv frá Teenstreet Føroyar.

Flestu føroyingar munnu hava hoyrt um TeenStreet – felagskirkjuligu altjóða ungdómsleguna, sum er hvørt summar í Týsklandi. Tað er trúboðarafelagsskapurin OM, sum skipar fyri TeenStreet, og í ár verður legan hildin í Spania.

Leygardagin 2. apríl kl 17.00 verður stórt ALMENT TeenStreet tiltak í SALT. Tiltakið er ókeypis.

Á skránni verða framførslur av ymiskum slag, ”Fun Food”, har ymiskt forkunnugt verður selt – m.a. sera vælsmakkandi TeenStreet burgarin. Kvøldið endar við eini stórari lovsangskonsert við TeenStreet Worship Band Europe, sum eisini framførdi á seinasta FMA, og sum eigur sangin sum bleiv nummar tvey, tá ársins útvarpshitt 2021 bleiv útnevnt.

Fun Food er m.a.: Banana Joe (Heimagjørdur føroyskur Soft Ice við banan og sjokulátu), TeenStreet burgarin, kips, franskur, sodavatn og drikkir uttan alkohol – alt til keyps fyri ein rímiligan pening. Vit taka kort!

Nærri kunning um innivist og skrá er á teenstreet.fo.Innivist:

TeenStreet er lega fyri 13-17 ára gomul. Øll, ung sum gomul, eru tó hjartaliga vælkomin í SALT leyardagin.

VinaligaTeenstreet FøroyarRandi og Símun J. Hansen og Andras Magnussen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina