Stoypa tað fyrsta

Tað fyrsta verður nú stoypt til úbyggingina av Leguhúsinum. Í dag var bilurin við betongi í Nesvík og fylti í formarnar, sum eru settir upp inn ímóti verandi leguhúsi.

Tað er fyrsta byggistig, sum teir nú eru byrjaðir at stoypa, og tað er høllin. Høllin verður ein kombihøll, sum partvís skal kunna nýtast til møti, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, og partvís til alskyns ítrótt og spæl. Hon verður góðar 450 fermetrar, og rúm verður fyri 500 sitiplássum í henni.

Les meira um útbyggingina á mission.fo/utbygging