Strendur: Missiónsvika – næstan sum vanligt

Sunnudagin samlaðust umleið 100 fólk í Missiónshúsinum á Strondum til endan á missiónsvikuni. Umleið líka nógv fylgdu eisini við á netinum.

Hóast nógvar missiónsvikur kring landið vórðu avlýstar vegna Korona og tey almennu tilmælini, valdu strandingar kortini at halda fast við eitt tað mest siðbundna tiltakið í missiónssøguni.

Tillagingar

Missiónsvikan var tó ikki heilt vanlig – Vikan byrjaði við familjumøti sunnudagin  21. februar, men tey vanligu møtini, ið plaga at vera hvørt kvøld í eina heila viku, byrjaðu hóskvøldið. Longri var millum stólarekkjurnar, og farbara sjónvarpsstudioið hjá Trúboðanum varð eisini sett upp, so møguleiki var at fylgja við bæði heima ella í kjallaranum í Missiónshúsinum.

Sum vikan leið, samlaðust fleiri fólk bæði í missiónshúsinum og á netinum. Tað var áhugavert at síggja, at báðir mátarnir at fara á møti at síggja til ikki kappaðust við hvønn annan. Tí jú fleiri sótu í salinum tess fleiri fylgdu við á skerminum.

Í ár var ikki givið møguleiki til frían vitnisburð, tí tað var hugsað meir um stroymingina. Ístaðin vóru tað tey ungu, ið sluppu framat við smáum dramastykkjum, sum tey høvdu tikið upp. Men tá filmstólini vóru sløkt sunnukvøldið, endaði missiónsvikan við einum eftirmøti, har orðið varð givið frítt.

LES EISINI  Um vikuskiftið verður missiónsvika í Hósvík

Ein góð uppliving

Hóast tað vóru ymisk viðurskifti, ið vóru øðrvísi, vóru luttakarar glaðir um at vera saman aftur og hoyra Guds orð. Meðan lovsangurin brúsaði, mátti man bara senda ein vinarligan tanka til øll tey kristnu kring heimin, ið ikki kunnu syngja saman í løtuni. Til øll tey, ið høvdu gloymt tað, varð missiónsvikan ein áminning um, at Gud bæði hevur skapað okkum til felagsskap og lagt lovsangin í hjørtu okkara.

Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina