Stuðulin úr Føroyum leingir verkætlan
Stuðulin úr Føroyum leingir verkætlan hjá Bláa Krossi í Grønlandi við einum ári.
– Stuðulin úr Føroyum hevur so stóran týdning, at hann leingir um verkætlaninna: “Fællesskab for børn på Grønland” við einum ári.
Tað sigur Nivé Heilmann, sum er barna- og ungdómsráðgevi hjá Bláa Krossi í Grønlandi.
Grønlandstoymið hevði fund við hana í dag, har hon greiddi frá støðuni í Grønlandi og tosaði um tær ætlanir, sum eru stungnar út í kortið.
Hon er sett í starv av Bláa Krossi í Danmark og í Grønlandi til eina verkætlan, sum skal stimbra barna -og ungdómaarbeiðið hjá Bláa Krossi.
Ein partur av landsinnsavnaninni í ár hjá Bláa Krossi Føroya fór til hesa verkætlan.
Nivé vísti á hagtøl, sum siga, at 1/3 av øllum grønlandskum børnum vaksa upp í umhvørvið, har rúsdrekka er ein trupulleiki.
1/3 av gentunum eru seksuelt misnýttar sum børn, og 1/7 av dreingjunum, og tað er sum oftast sum fylgja av rúsdrekka.
Misnýtslan av rúsevnum (hashi) er vaksandi og sjálvmorðprosentið er sera høgt.
Hetta er sum oftast eisini ein fylgja av rúsdrekka.
Í Grønlandi eru seks býir, har Blái Krossur hevur sítt egna hús, har feløgini samlast.
Verkætlanin gongur millum annað út uppá at fáa meiri virksemi í og út frá hesum húsum, so børnini fáa meiri og betri innihald í frítíðina.
Tað vil vónandi hjálpa teimum, sum hava foreldur sum drekka og kemur vónandi eisini at vera fyribyrgjandi, so børnini ikki fara at drekka.
Ein liður í verkætlaninni er eisini, at fáa tey staðbundnu Blákross feløgini at gerast meiri virkin og meiri búgvin til uppgávuna.
Hetta er ein sera stór uppgáva, sum Nivé hevur játtað seg til, og sum hon brennur fyri.
Hon fegnast tí almikið um, at 1. september byrjar ein sjómanstrúboðari í Asiaat, sum skal arbeiða 1/3 av tíðini fyri Bláa Kross.
Nivé takkar føroyingum fyri fíggjarliga stuðulin og fyri tann stuðul, sum Grønlandstoymið og Blái Krossur Føroya hevur veitt arbeiðinum í Grønlandi.
Hon vónar eisini, at samstarvið mennist komandi árini.