Stuðulsrenning gav 80.000 krónur

Sunnudagin 11. september skipaði Heimamissiónsungdómur (HMU) fyri stuðulsrenning til frama fyri útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík. Runnið varð á ítróttarøkinum á Svangaskarði á Toftum.

Eini 50-60 ung vóru savnað til stuðulsrenningina, og eftir at hava runnið, talt og heppað í ein hálvan tíma gekk leiðin inn í missiónshúsið á Glyvrum, har tey fingu kaffi, kakao og bollar og síðan høvdu eina lovsangsløtu.

Stuðulsrenningin gav 80.442 krónur tilsamans, og tað er nógv meira, enn fyrireikararnir høvdu væntað.

Heimamissiónsungdómur takkar á facebooksíðu síni øllum, sum hava stuðlað fíggjarliga, runnið, heppað, talt rundir og annars hjálpt til upp á ymsar mátar.