Stuðulstiltak í Leguhúsinum

Í sambandi við mentanarvikuna í Sunda kommunu verður skipað fyri stuðulstiltaki í Leguhúsinum í Nesvík í kvøld klokkan 20.00. Har verður felagssangur, sangframførslur við Bjartu Berthelsen, Jan Jacobsen og Juliu Kass, andakt, og kunnað verður um útbyggingina. Høvi verður at geva eina gávu.

Rundvísing verður inni á byggiøkinum.

Drekkamunnur verður aftaná.