Stúrið ikki, men trúgvið á Gud hin alvalda! 

Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg! (Jóh 14,1) 

Hetta versið er vorðið mær so ómetaliga ríkt og dýrabart, tí tað gevur lyfti um, at vit eiga ein náðiríkan og kærleiksfullan faðir, ið hevur umsorgan fyri sínum børnum. 

Men hví byrjar Jesus sína skilnaðartalu soleiðis, at lærusveinarnir ikki skuldu óttast, men trúgva? Jú, tí Jesus visti, hvørja trongd og forðingar lærusveinarnir komu at møta í komandi tíðum. 

Skírisdagur var, og nú skuldu teir siga farvæl við meistara sín. Teir, ið høvdu ferðast saman við Jesus seinastu trý árini, høvdu sæð hann gjørt undur, kraftagerðir og gjørt væl ímóti øllum. 

Nú skuldi hann verða givin upp í heidnamanna hendur, verða háðaður, sligin, spottaður og deyðadømdur á Golgata krossi. 

Jesus visti, at lærusveinarnir fóru at gerast óttafullir og flýggja burtur, tá ið á stóð. Jesus visti, at tá hann verður krossfestur og deyður, vildu teir læsa seg inni av ótta. Ja, hann visti, at teir komu at møta mótgongd og líðing í komandi tíðum og ótti fór at koma á teir. 

Koma at svíkja og fella 

Tað vóru jú persónar, ið høvdu svikið hann áður, Judas var ein, Pætur var ein annar og fyri so vítt var tað einki undantak fyri allan lærusveinaflokkin – teir vildu allir koma at svíkja hann. Hetta kemur kanska mest rámandi fram, tá Jesus í Getsemane sigur við teir: “Vakið og biðið!” Men tá hann kemur til lærusveinarnar, hittir hann teir sovandi. Hann sigur tá við Pætur: ”so vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær”. Tí hava teir alla orsøk at verða óttafullir, tí teir vita sjálvir, hvussu skjótt teir gloyma at hava Jesus við í lívinum. 

LES EISINI  Forholdið millum Guð og syndaran.

Men Jesus er kærleiki og byrjar tí talu sína við hesum uggarnar og troystarorðum: “Hjarta tykkara verði ikki óttafult!” 

Hesi orð, kunnu lærusveinarnir venda aftur til, tá hann er farin burtur frá teimum. 

Og hesi orðini eru framvegis galdandi fyri okkum, ið liva í dag, nú 2000 ár seinni, og tí hevur tú heldur einki at óttast og stúra fyri, tú, ið eigur trúnna á Jesus. 

Men, hóast tú ert trúgvandi og eigur Jesus í tínum hjarta, kemur tú uttan iva at møta mótgongd og stríði. Tað fer altíð at verða ymiskt, sum kemur á tína lívsleið. Tað kann vera sjúka, sorg, líðing ella umstøður, ið kunnu gera lívið tørført á ymiskar mátar, og kann taka lívsmótið frá tær og brekkan kann gerst tær tung. 

Men Jesus hevur heldur ikki lovað tær eitt lív uttan trupulleikar, men hann hevur lovað at verið við tær ígjøgnum alt og í teimum umstøðum, tú ert í. Tað er gott og trúarstyrkjandi at vita sær. 

Og tí verður Sálmur 23 eisini so mangan tikin fram og serliga er fjórða vers so sera gott: ”Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg”. 

Eru ófullkomin, men koma til tann fullkomna 

Lærusveinarnir vóru heldur ikki meiri fullkomnir enn so, at Jesus mátti áminna teir um, ikki at óttast, og um so var, so skuldu teir vita, hvagar teir skuldu fara við sínum trupulleikum. 

LES EISINI  Faðir vár, tú sum ert í himlunum

Tað er so mangt, ið vit kunnu stúra fyri í tí dagliga. Stúra fyri nýggjum og ókendum avbjóðingum, og hvussu mong foreldur stúra ikki fyri, hvussu tað fer at gangast barni sínum. Hvussu við útbúgving, arbeiði, vinalagi, trivnaði, hvat hevur framtíðin at bjóða, og hvussu lívið nú fer at laga seg? 

Tá er tað so gott at eiga ein faðir heima í Himli, ein, ið hoyrir hvørja bøn, hvørt eitt suff og skilir okkara stúranir og ákallanir. Og í hesi trúgv og hesi vón eiga vit at liva í dagliga. 

Tí tað øvuta av vón er vónloysi og mótloysi, og júst hetta mótloysi er ikki ókent millum Guds útvalda fólk. Vit lesa í 2. Mósebók 6,7-9 “Og eg vil velja tykkum út til at vera fólk mítt, og eg vil vera Gud tykkara, og tit skulu sanna, at eg eri Harrin, Gud tykkara, sum frelsir tykkum undan trælabyrðum Egyptanna! Eg skal føra tykkum inn í tað landið, sum eg svór at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; tað gevi eg tykkum til ognar; eg eri Harrin!» Móses kunngjørdi nú Ísraelsmonnum hetta; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi, av tí at tann harða trælavinna hevði gjørt teir hugbrotnar”. 

Hvussu er støða okkara á Føroya landi í dag? Eru vit eins og, tá ið Móses talaði við Ísraelsfólk, at tey ikki lurtaðu. Eru vit deyv yvir fyri Guds orði, eru vit so upptikin av øllum øðrum enn Guds orði, at vit hava ikki stundir til at liva eitt kristnilív og taka evangeliið til okkara. 

LES EISINI  Hvør er okkara næsti?

Jesu umsorgan 

 “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum”. (1 Pæt 5,7) 

Mong menniskju hava fingið tungar byrðar at bera og møtt nógvari sorg í sínum lívi, og tá er tað gott at eiga ein faðir heima í Himli, ið vit kunnu fara til við øllum. Bíblian lærir okkum, at vit skulu kasta alla sorg okkara á Jesus. Tann Jesus, sum tók á seg alla heimsins synd, hann, ið fekk til uppgávu frá Gudi at taka alla byrðar, ið vit ikki skulu bera sjálv.  

Mátti tú gjørt brúk av hesum møguleika, ikki at stríðast og goyma sorgina, men at kasta hana á Jesus, sum hevur so stóra umsorgan fyri einum og hvørjum menniskja. Jesus er ikki avmarkaður við umsorgan, men vit lesa í Matteus 5,45b, “tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís”. 

Bøn og tøkk: Takk, Jesus, at hjarta mítt ei skal óttast, men trúgva á teg. Takk, Jesus, at tú ert farin heim at fyrireika ein bústað til eitt og hvørt menniskja. Takk, Jesus, at tú ein dag kemur aftur og vil taka øll heim til tín, ið vilja trúgva á navn títt.  

Trúboðin 13/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina