Stýrið fyri háskúlan í Nesvík skipað

Í gjárkvøldið hevði skúlastýrið fyri háskúlan í Nesvík sín fyrsta fund.

Í stýrinum sita: Bergur Debes Joensen, Sverri Steinhólm, Ásbjørn Jacobsen, Jákup Petersen, Jóhannus Mikkelsen, Andrias Magnussen, Mariann D. Poulsen, Nansi Johannesen og Eyðhild S. Dam Hansen.

Skúlastýrið skipaði seg við Bergi sum formanni, Jákupi sum næstformanni og Eyðhild er kassameistari.

Næsta uppgávan hjá skúlastýrinum er at seta skúlaleiðara fyri háskúlan í Nesvík.

Arbeitt verður fram ímóti, at háskúlin byrjar eftir summarfrítíðina í ár.

Háskúlin fer at halda til í Leguhúsinum í Nesvík.

Næsti skúlastýrisfundur verður 7. mars.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina