Stýrið skipað seg

Á seinasta stýrisfundi vóru stóðu tveir stýrislimir fyri afturvali, og báðir tóku við og vóru valdir at halda áfram í stýrinum. Talan er um Karl Michaelsen og Jákup Brúsá.

Stýrið hevur evstu ábyrgd av øllum virksemi í Meinigheitshúsinum. Stýrið skipar seg sjálvt, og hvør stýrislimur verður valdur í 2 ár í senn, og stendur sostatt fyri endurvali annaðhvørt ár.

Harafturat skal stýrið á hvørjum árið til meinigheitsfundin skipa formansskapin av nýggjum. Á seinasta fundi skipaði stýrið seg við Hera Kjærbo sum formanni, Jákup Brúsá sum næstformanni og Karl Michaelsen sum 2. næstformanni.

Í stýrinum fyri Meinigheitshúsið sita:

  • Heri Kjærbo, formaður
  • Jákup Brúsá, næstformaður
  • Karl Michaelsen, 2. næstformaður
  • Eyðhild Dam Hansen
  • Birna Nattestad Petersen
  • Maria Garðsá
  • Patricia Christina Hentze, skrivari (ikki stýrislimur)
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina