Sum faðir, so sonur
– Nú er nóg mikið, segði ein av farisearunum. Hetta má fáa ein enda. Hesin maður spottar jú Gud. Eitt er, at hann ikki heldur hvíludagin á rættan hátt, men at hann sigur seg vera Guds son. Nei, nú er ovboðið. Hesin maðurin má drepast!
Hví vóru teir so óðir?
Stutt áðrenn hevði Jesus grøtt mannin við Betesdahylin, men tað dámdi teimum jødisku leiðarunum als ikki. Tað var jú hvíludagur henda dagin, og tá skuldi eingin gera nakað arbeiði, og at grøða og at bera eina song var arbeiði.
Um Jesus royndi at sleppa undan stríði, so lá tað illa fyri hjá honum. Ikki tí at Jesus var eitt tvørball, men tí at Jesus ikki royndi at sleppa undan sannleikanum.
Hann sigur teimum beint fram, hvør hann er, og so mugu teir antin taka við tí ella avvísa hann.
Jesus er Gud, og í fimta kapitli í Jóhannes-evangeliinum vísir Jesus á trý viðurskifti viðvíkjandi tí, at hann er Gud og hvussu teir báðir, faðir og sonur, líkjast.
Guds sonur
Tað fyrsta uppáhaldið, sum Jesus framsetur, er tað, at hann er Guds sonur (16.-20. vers).
Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat ið hevði hent, um Gud brádliga gavst at arbeiða ella virka? Vit kenna øll til, hvussu okkara samfelag næstan verður lagt lamið, tá ið streymurin fer, men um nú Gud gavst at virka, hvat so?
Gud virkar altíð.
Tað er vegna hann, at vit yvirhøvur anda.
Tað er vegna hann, at alheimurin yvirhøvur áhaldandi er til.
Tað er vegna hann, at skapanin og vit skapningar yvirhøvur verða hildnir uppi.
Gud gevst ongantíð við at gera tað, sum gott er.
Hetta er høvuðsinnihaldið í Jesu próvgrund mótvegis teimum, sum klaga um hansara virksemi á hvíludegnum.
Gud ger altíð væl, eisini hvíludagar. Jesus ger bara tað sama sum pápi sín.
Jesus ber seg altso at sum Gud og talar sum Gud. Og fyri at verja sínar Gud-líknandi gerðir, heldur Jesus uppá, at hann er Gud.
Gud er ikki bara faðirin, Gud er hansara faðir.
Jødarnir dugdu væl at skilja, hvørjar avleiðingar hetta hevði. Tá ið Jesus helt uppá, at Gud var hansara faðir, so helt hann uppá, at hann hevði eina líkheit við Gud, sum ongantíð var sædd áður.
Fyri jødarnar var einki størri brotsverk enn hetta at siga seg vera Guds son. Tað var tað, sum hevði øst teir so nógv, at teir vildu hava hann tiknan av døgum.
Tann upprunaliga ákæran um ikki at halda hvíludagin heilagan fánaði í mun til hesa ákæruna. Og í teirra verð var bara ein niðurstøða til hetta mál. Tað var tíð uppá at drepa. Jesus mátti doyggja.
Men Jesus kann ikki bera seg øðrvísi at, tí hann er jú Gud, og av tí at hann er Gud, má hann eisini bera seg at sum Gud. Sum faðir, so sonur!
Jesus er frelsarin
Tað næsta uppáhaldið, Jesus framsetur, er at hann er frelsarin (21.-24. vers).
Vit minnast jú, at Jesus beint frammanundan hevur lekt henda sjúka mannin. Hann valdi hann út millum øll hini við hylin. Tað er ein áminning til okkara um, at tað er Jesus, sum náðiga gevur okkum lív.
Vit hava ikki uppfunnið ella framleitt lívið. Lívið verður okkum givið av náði.
Trúgva vit Jesu orðum og gera eftir tí, so eru vit frelst frá deyða og dómi. Tá ið vit hoyra hansara uppáhald og gera eftir tí, so fara vit frá deyðanum til lívið, tá fara vit frá at vera deyð til at vera livandi.
Úrslitið er, at vit ongantíð fara at smakka tann æviga deyðan.
Jesus ger skilnað
Tað triðja uppáhaldið, Jesus framsetur, er tað, at hann ger skilnað (25.-30. vers).
Jesus verður dómarin hjá øllum, tí Faðirin virkar sín dóm ígjøgnum sonin. Tí er tað Jesus, sum fellur dómin og avger, hvar øll skulu enda í ævinleikanum.
Her mugu vit minna á, at frelsa okkara ikki er bygd á gerningar. Tað er ein gáva, sum vit ikki kunnu gera okkum fortjent til at fáa.
Lat okkum ásanna, at Jesus er Sonurin – so at tá ið vit síggja hann, so síggja vit Faðirin. Okkum nýtist ikki at hyggja so langt, fyri at finna út av, hvussu Gud er – Jesus hevur víst okkum tað.
Lat okkum ásanna, at Jesus er frelsarin – ásanna at hann av náði og kærleika gevur einum og hvørjum av okkum lív, eina lívsgóðsku, sum er nýggj, rík, vøkur, men fyrst og fremst ævig.
Lat okkum ásanna, at Jesus er Harrin – hann er kongur konganna, Harri Harranna, og av tí at hann er tað, so fer hann at gera skilnað við at døma um, hvør stendur rættvísur vegna hansara verk, og hvør stendur fordømdur vegna síni egnu verk.
Jesus var ikki bara ein góður moralskur lærari, sum hevði heldur høgar hugsanir um seg sjálvan. Nei, Jesus er Guds sonur, Jesus er Gud.
Lat okkum fara í fylgi við honum.