Summarheilsan
Seinastu dagarnar hava vit upplivað eitt longri tíðarskeið við liggjandi góðveðri. Summarið er ein góð tíð, har vit kunnu skoða vakurleikan í Guðs skaparverki og flestu okkara kunnu halda frí nakrar vikur frá arbeiði, skúla ella øðrum uppgávum.
Í grundini er tað góða, vit møta í tilveruni, signingar frá Skapara okkara. Hann, sum hevur skapt okkum. Hann, sum doyði fyri okkara syndir. Hann, sum reis upp frá deyðum. Hann, sum ikki er deyður, men livandi. Og hann, sum við Heilagum Anda, er okkum nær, eisini tá lívið er trupult.
Ein vandi í dagsins samfelagi, ið gongur við rúkandi ferð er, at alt tað góða í lívi okkara, fyllir so nógv, at plássið hjá Guði gerst minni og minni. Ja, í grundini kunnu vit freistast at halda, at vit klára okkum uttan Guð.
Men sum Martin Joensen sigur tað so væl í sálminum “Uttan teg:”
“Uttan teg var dagur nátt, sólin átti ongan mátt.”
Í kirkjuni sunnudagin hoyrdu vit líknilsið um hina stóru kvøldmáltíðina (Lukas 15, 15-24). Húskallarnir fóru út við hesum boðum til tey innbodnu: “Komið, tí at alt er tilgjørt.” Tey bodnu høvdu ikki tíð at koma, tí tey øll høvdu annað at gera, og kundu tí ikki koma. Ikki var trupulleikin, at hesar uppgávur vóru vánaligar, ella óndar, í sjálvum sær. Nei, hetta vóru sanniliga signingar, ið skaparin hevði signað tann einstaka við. Ein hevði keypt jørð, ein hevði keypt oksar og ein var nýgiftur. Trupulleikin var, at hesi hildu sín egna uppgávulista koma fram um innbjóðingina til stóru festina.
Jesus bjóðar øllum at koma til sín, óansæð hvørji vit eru ella hvat vit hugsa um okkum sjálvi. Tá ið tey bodnu ikki komu, sendi húsbóndin húskallin út við hesum boðum: “Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðnum, og leið inn higar fátøk og kryplingar og blind og hølt.” Og seinni í tekstinum við hesum boðum: “Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult.”
Sum vit syngja í sanginum: “Tað verður fest í himli, fest í himli, fest í himli, tú ert boðin við, eg eri boðin við, øll vit eru boðin við.” Spurningurin til okkara er, hvat gera vit við hesi boð? Taka vit okkara egna uppgávulista fram um innbjóðingina til stóru festina? Ella siga vit sum lærusveinurin Pætur: “Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs.” (Jóh 6,68).
Seinni í vikuni byrja summarlegurnar í Nesvík og aðrastaðni um landið. Barna- og ungdómslegur, ið nógv børn og ung gleða seg at fara til. Mín bøn er, at hesar legur mega verða til stóra signing fyri allar luttakarar, leiðarar og hjálparfólk. Og hjartans tøkk til tykkum mongu, sum so trúføst hava ruddað og gjørt klárt, og tykkum sum hjálpa til á ymiskan hátt sum ábyrgarfólk, leguleiðarar, hjálparfólk, náttarvaktir, vaskifólk v.m. og sum við gávum stuðla barna- og ungdómsarbeiðnum. Og tykkum, sum við trúfesti tæna í missiónsarbeiðnum kring landið. Lat okkum minnast øll hesi í bønum okkara.
Við ynski um gott summar og Harrans ríku signing.
Jan Johannesen, virkandi formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónina