Summarkvøld í Missiónshúsinum á Strondum síðsta fríggjakvøldið

Í samband við Kom-út vikuna, sum Sjóvar kommuna skipar fyri, spurdi trivnaðarleiðarin um borgarar høvdu hug at skipa fyri onkrum tiltaki. Fólk í Missiónshúsinum vóru kvik. Tey mannaðu ein bólk og fóru í holt við at skipa fyri einum kvøldi, sum gjørdist eitt brak av einum tiltaki fyri allar aldursbólkar. 

Tiltakið kallaðist Summarkvøld í Missónshúsinum. Økið rundan um Missiónshúsið varð stongt av fyri bilum, og 6 hoppiborgir og telt vórðu sett upp úti á vegnum omanfyri. Í teltinum vóru soft-ice maskina, poppkorn-maskina og friture-grýtur. 

Tiltakið byrjaði kl 17. Børnini hugnaðu sær óført alt kvøldið í hoppiborgunum, meðan sunnudagsskúlasangir ljómaðu úr hátalarunum.

Rósa Danielsen hevði bíbliusøgu fyri børnunum uttanfyri. Hon tosaði um hetjur og greiddi frá um Dávid, ið var ein hetja, og um tað, hann hevði lært heimanífrá. Hon tosaði við foreldrini um, at tað hevur týdning at hava tað góða við sær í ryggsekkinum og at fylla seg og síni børn við Guðs orði, so at tey eru før fyri at fara út í lívið við góðari barlast. Rósa dugdi á ein serligan hátt at fáa børnini at lurta. Hon gjørdi nógv burturúr og hevði ymiskt visuelt við. Bæði børn og vaksin fingu nógv burturúr. 

LES EISINI  Góð undirtøka til morgunkaffi

Aftaná var skattaveiða rundan um Missiónshúsið. Tað var Hildigunn Ellingsgaard, sum hevði lagt postar út. Børnini vóru sera spent at finna hesar postar. Tá ið skattaveiðan var liðug, kundu øll fáa sær pylsur, poppkorn og soft-ice í teltinum.

Kl. 19 varð boðið til leskiliga suppu inni í Missiónshúsinum, áðrenn “syngið við” løtan byrjaði. Á skránni var nógvur og góður felagssangur, og Símun P. Jacobsen, prestur, hevði eina andakt. Eisini komu Heidi og Erland Tvørfoss at greiða frá tíðini, tá tey vóru í Ísrael. Aftaná hetta vórðu øll boðin til kaffi, smákakur og lekkra dessert.

Kl 22.00 var eitt sangtiltak við framførslum á skránni. Her luttóku 9 sangbólkar við tveimum sangum hvør. Tað var hugaligt at hoyra bæði yngri og tilkomnar sangarar, sum allir hava tilknýti til Strendur. Sangstílurin hjá bólkunum var fjølbroyttur. Aftaná var Funfood í teltinum, har kundi man fáa soft-ice, ís og churros, chips og chicken nuggets.

Á midnátt skipaðu tey ungu fyri eini lovsongsløtu, har lovsangurin um Jesus rungaði. 

LES EISINI  Beinleiðis: Missiónsvika av Strondum (4)

Fyriskipararnir siga, at hetta var eitt sera gott og væleydnað tiltak, har fólk hugnaðu sær óført. Mett varð, at umleið 500-600 fólk vóru í og rundanum Missiónshúsið hetta kvøldið, og veðrið var av tí fagrasta. Alt var ókeypis, men um fólk høvdu hug, kundu tey lata eitt oyra. 

Tað er fantastiskt at kunna dríva heimamissión á ymiskan hátt í heimbygdini. Strendur er ein tann mest vaksandi bygdin í løtuni. Hetta er ein máti hjá Missiónshúsinum at lata hurðarnar upp og lækka gáttina, sum mangan kann tykjast høg. Nógvar hjálpandi hendur vóru í sving allan dagin, ja øll samkoman í Missiónshúsinum stóð saman um hetta stóra tiltak og hjálpti til við tí praktiska.

Fyriskipararnir siga, at teir sita eftir við stórum takksemi fyri alla vælvild frá fólki, sum tóku væl undir við tiltakinum. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina