Summarlegurnar byrjaðar
Hvørt summar er Leguhúsið í Nesvík á tremur við børnum og leiðarum og nógvum øðrum hjálparfólkum, sum hugna sær á legu.
Fríggjadagin 21. juni møttu 150 spent børn á fyrstu summarlegu í ár, harav fleiri eru á legu fyri fyrstu ferð. Legan er fyri børn, sum hava gingið í 2. og 3. flokki, og eru tað strandingar, sum skipa fyri.
Evnið á summarlegunum í ár er ‘Meistarin’. Børnini hoyra um, at vit hava ein meistara, sum vit kunnu biðja til. Tey hava eisini lært nýggjar sangir, nýggj spøl og fingið nýggjar vinir.
Komandi vikurnar verða fleiri legur fyri eldri børn.
Lat okkum minnast til at hava summarlegurnar við í okkara bønum.

