Summarlegutankar – Gleði ella byrða?

Jógvan Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Alt árið eru ymiskar legur at fara til hjá fólki í øllum aldrum her í Føroyum. Soleiðis hevur tað verið alt mítt lív. At fara á legu er ein máti at ferðast og mennast uppá. Tað er her, tú í barna- og ungdómsárunum upplivir eina búning uppá nógvar mátar. Tað er her, tú knýtir bond við onnur í sama aldri ella við somu áhugamálum og tørvi. 

Fyrstu ferð, eg fór á summarlegu, var á eina legu fyri 2.-7. flokk. Ein sera góð lega við góðum minnum, har eg møtti nógvum børnum, sum eg aftuvendandi møtti á øðrum legum seinni. Her var kveiktur ein áhugi at møta øðrum javngomlum og uppliva ein felagsskap í góðum umstøðum. Síðani er tað blivið til nógvar barnalegur, ungdómslegur, sangskeið, nýggjárslegur, familjulegur, manslegur, 18-ár-og-eldri-legur umframt okkurt, eg kann hava gloymt. Hetta eru legur, har eg var við sum luttakari. Minnini eru mong og góð og sambondini til bæði vinir og kenningar knýtt. Enn møti eg onkuntíð onkrum, sum eg ikki havi sæð síðani onkra legu fyri langari tíð síðani, men tó kenni aftur beinanvegin og ofta felli í prát við. 

 Á Legunum vóru nógvir góðir bíbliutímar, vit lærdu nógvar góðar sangir og har var ein fjálgur og góður felagsskapur. Eg var nokkso smæðin, men gleddi meg tó altið til legur, hvar tær nú enn vóru. Sum eg minnist, so havi eg síðani fyrstu leguna dámað væl at vera á legu og til líknandi tiltøk ymsastaðni í landinum og ikki minst í Nesvík. 

LES EISINI  Kom við á summarlegu!

Felags fyri øll hesi tiltøkini er, at tað eru fólk, sum hava skipað fyri. Tað hava verið høvuðsleiðarar, hjálparleiðarar, kokkar, náttarvaktir og onnur, sum hava valt at seta tíð av til hesi tiltøk. Tað kann ikki gerast upp í pengum, hvat virði er í hesum sjálvbodna arbeiði, men tað hevur heilt víst verið til stóra signing fyri mong børn, ung og vaksin. Hetta hevur skapt eitt ynski í mær at geva aftur ella víðari til nýggj ættarlið av børnum og ungum. Eg veit, hvussu nógv gott, eg havi fingið gjøgnum legurnar. Og tað ynski eg, at onnur skulu fáa eisini.

Á summarlegu kunnu vit geva mongum børnum nakað, tey ikki fáa í sínum gerandisdegi. Tað er at fortelja teimum um besta vin barnanna, Jesus. Í dagsins samfelagi er tað meira eitt undantak enn sjálvfylgja, at børn ganga í sunnudagsskúla og har hoyra um Jesus. Fleiri av teimum, sum koma á summarlegu, hava nærum ongan ella møguliga heilt lítlan kunnleika um kristnu trúnna. Fyri summi børn, ið kanska ikki hava møguleika at ferðast uttanlands, sum hava tað trupult heima, sum ikki hava nógvar vinir ella hvat tað skal vera, er tað eitt frírúm at sleppa á legu. Har uppliva tey flestu ríkar løtur, sum tey kanska goyma í hjarta sínum alt lívið.

Eg havi sjálvur verið hjálparleiðari og høvuðsleiðari á fleiri legum. Hetta er nakað, eg gleði meg til, tí hóast tað kann vera strævið, so er tað eisini sera gevandi fyri meg sum vaksnan persón. 
Eg síggi tey glaðu børnini. Eg síggi eisini glaðar hjálparleiðarar, sum fáa ein góðan felagsskap á leguni. Ein felagsskapur, sum avgjørt kann styrkja tann lokala felagsskapin. 

LES EISINI  Góð undirtøka fyri summarlegunum

Fyri nøkrum árum síðani skuldu eg og konan vera leiðarar á eini summarlegu í Nesvík. Yngsti sonur okkara var nøkur ár eldri enn leguluttakararnir, men hann mátti við okkum á leguna, tí hann var ov ungur at verða einsamallur heima. Fyri at hann skuldi føla, at hann onkusvegna gjørdi mun, settu vit hann at vera hjálparleiðara á uppgávu, hann stórtreivst í. Longu fyrsta dagin, tá hann stóð móti vegginum og ikki visti, hvat hann skuldi gera av við seg sjálvan, vendi ein ungur drongur fá ár eldri enn okkara drongur sær smílandi til sonin og bað hann seta seg hjá sær. Ísurin var brotin og sonurin hugnaði sær óført alla leguna. Har uppbygdi hann sambond til hinar ungu leiðararnar, sum gjørdist byrjanin til, at hann byrjaði at ganga á ungdómsmøti. Har blómar hann enn í dag. Soleiðis kann tað at vera við í tænastuni birta uppundir nøkrum nógv størri, enn vit geva okkum far um.

Tað eru fleiri uppgávur knýttar at tí at vera høvuðsleiðari, men gjarna er eitt gott toymi runt um høvuðsleiðaran. Tað hevur tað í øllum førum verið hjá mær. 
Tann mest krevjandi uppgávan er uttan iva at fáa hjálparleiðarar til leguna. Tað skulu nógv fólk til, fyri at ein lega skal rigga væl. Kamarsleiðarar, køkshjálp, matur, praktisk hjálp ella annað. Tað er brúk fyri nógvum. Har eru vit føroyingar ikki kendir fyri at bjóða okkum fram til at hjálpa til, men kanska skulu vit læra at hugsa annaðleiðis, enn vit hava gjørt higartil. 
Um tað ikki liggur fyri hjá mær, tá mítt øki hevur eina legu, liggur tað so kanska fyri at hjálpa til á eini aðrari legu? Uttan at vita tað, so rokni eg við, at allir legufyriskipararnir høvdu verið glaðir fyri at hoyrt: ”Eg vil fegin hjálpa til á tykkara legu”. 

LES EISINI  Tá einglarnir syngja

Tað er hent, at onkur hevur sagt við meg, at tey fegin vilja hjálpa til á legu. Tað er gleðiligt, tá tað hendir. Og tað ger arbeiðið so ótrúliga nógv lættari. Vónandi fer tað at henda aftur í summar, nú fleiri summarlegur eru á skránni! Tað ringasta, sum kann henda er, at ein lega verður avlýst, tí tað mangla leiðarar. Børnini, sum hava glett seg í mánaðir, har summarlegan kanska er teirra hæddarpunkt í summarfrítíðini, verða knúst. 

Summar bygdir hava summarlegur annaðhvørt hjá Heimamissiónini. Tað liggur fast. Tí er tað mítt ynski og bøn, at fólk í øllum aldrum hugsa um hesar ungu barnasálirnar, sum eru so spentar, sum vit kunnu vera við til at geva so nógv gott hasar fáu dagarnar um árið á leguni. Setið tíð av í álmanakkanum. Brúkið familjuna til ymsar uppgávur – øll kunnu hjálpa til! Gud stendur aftanfyri okkum. Og øll fáa vit so nógv gott burturúr, bæði børn, ung og vaksin. 

Má Gud geva okkum eitt gott legusummar!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina