Sunda kirkja – eitt nýtt ungdómstilboð
Í næstum vera tvær ungdómsgudstænastur í Sundalagnum, ið fyrst og fremst fyri tannáringar úr Hósvík og norður til Eiðis. Onnur verður í Norðskála kirkju síðst í mai og hon í Hósvíkar kirkju fyrst í juni.
Tað eru eiðisprestur, Jonhard Jógvansson, og hvalvíksprestur, Jákup Erlingsson Petersen, ið saman við trúboðaranum, Ólavi Jacobsen, hava fingið hugskotið, teir nevna Sunda kirkja. Lagt verður fyri við gudstænastu í Norðskála kirkju fríggjakvøldið 28 mai og síðani í Hósvíkar kirkju fríggjakvøldið 4. juni – bæði kvøldini klokkan 20.
– Vit eru sera spentir upp á tað, tí vit hava merkt ein tørv á, at okkurt sum hetta til tey ungu manglar í umráðnum. Tí vilja vit upp á henda mátan geva teimum eitt andaligt tilboð, sigur Jonhard Jógvansson, ið leggur aftrat, at enn hava teir ikki fingið alt heilt upp á pláss.
– Av tí at talan er um ungdómsgudstænastur, fara vit at syngja nógv, men eisini verður eitt gott orð at hoyra. Ætlanin er at byrja og enda sum vanligt við pre- og postludium frá orglinum, men annars er stílurin eitt sindur lættari, enn vit kanska kenna tað frá teimum vanligu gudstænastunum.
Tann “lættari stílurin” fer kanska eisini at síggja aftur í, at prestarnir báðir teljast millum tónleikararnar undir felagssanginum, har Jákup fer at spæla gittara og Jonhard spælir upp á kassatrummu (cajón), og trúboðarin fer at sita við orglið. Onkur kemur eisini at spæla tangentar og onkur bass, og somuleiðis fer onkur at syngja fyri.