Sungu adventina inn í KFUM & K í Klaksvík

Sum undanfarin ár, 1.sunnudag í advent, so sungu tey í KFUM & K í Klaksvík adventina inn. Um 100 fólk høvdu leita sær til hesa løtu, sum var kl.16.00. Kvøldi var skipa soleiðis, at fólk fingu loyvi at syngja við. Eftir nakrar advents/jólasálmar bleiv fyrst ljósið í atventkransinum tendra.

Eftir nakrar góðar, klassiskar jólasangir hevði Ari Samson andakt, har hann tosaði um Jesus fyrru komu her á jørð og minti hann eisini á, at vit muga gera okkum til reiðar til Jesus aðru komu, tá Jesus kemur aftur skýnum ella tá vit skula fara her frá.

Eisini var sangframførsla, har ein bólkur av 9 sangarum og tónleikarum sungu 2 sangir, eins og tey sungu og spældu fyri til felagssangin.  Eftir sangmøti, var bjóða til kakao, vaflur o.a. har fólk hugnaðu sær. Ein sera góð og gevandi løta 1.sunnudag á advent