Sungu umborð á Sæborg

Trúboðin hevur fingið hesa heilsan frá manningini á Sæborg.

Eftir ein vælsmakkandi nátturðabita sunnukvøldið, 14. mars, savnast manningin á Saeborg í messuni til eina sangløtu. Skiparin tekur harmonikuna fram og maskinstjórin klaverið. Síðan rungar sangurin um alt skipið.
Nakrir sangir vórðu sungnir, áðrenn andaktin varð lisin, og so var endað við Faðirvár. Síðsti sangur var nummar 826, ”Nú dagurin at enda er”.
Tá hann var sungin og sangløtan var liðug, rópti manningin í kór: ”Eftir møtið er kaffi við róma”!  Á borðið kom eisini ísur og ymiskt gott afturvið.

Hetta kvøldið lá Sæborg á Oseberg oljufeltinum. Veðrið vísti seg frá sínari bestu síðu, so líkindini at syngja vóru góð. Við Sæborg eru 12 mans, og allir eru Føroyingar.
Skipið siglir fyri Equinor í Norðsjónum.
Ein góð vika er til manningarskiftið, og tá er lagið gott á monnum. Ein partur av komandi døgum verður nýttur til at vaska skipið upp og niður og bæði innan og uttan, so avloysararnir fáa eitt reint skip.
Bestu heilsan: Skipari og manning á Sæborg.

LES EISINI  Heilsan úr Ísrael
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina