Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag (2. sunnudag fyri føstu), sum í ár er 20. februar.  

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði og hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk. Harafturat hevur Heimamissiónin ein netmiðil, trubodin.fo, og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík.  

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.  

Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan.  

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.

LES EISINI  Gott høvi at stuðla Sunnudagsskúlanum á talvudegnum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina