Sunnudagsskúlaútferð

Sunnudagin var sunnudagsskúlin á Skála útferð í Oyndarfirði. Sólin skein, og tað gjørdist ein deiligur seinnapartur. Børnini spældu í nánd av – og í – sjónum, meðan foreldrini prátaðu og nutu sólina. Og sjálvandi var eisini tíð at hava sunnudagsskúla vid sangi, talu og ymiskum kappingum fyri bæði stór og smá. Stutta videobrotið vísir góða lagið.