Sunnudagsskúli byrjaður aftur í Hósvík
Eftir steðg í eitt ár, er sunnudagsskúli nú aftur í Hósvík. Sunndagsskúlin verður hildin í skúlanum, og hann er hvønn sunnudag klokkan 14.
Fara vit nøkur ár aftur, eru tað fleiri, sum hava skift um at hava sunnudagsskúla í Hósvík, bæði fólk í bygdini og fólk úr øðrum bygdum. Í nøkur ár stóðu hjúnini Vónbjørt og Ólavur Jacobsen fyri sunnudagsskúlanum í Hósvík. Harumframt hjálptu nakrar mammur til við at lesa søgur fyri børnunum. Tá Ólavur gjørdist trúboðari í Íslandi næstseinasta ársskifti, var eingin at taka sær av sunnudagsskúlanum, og hann datt fyribils niðurfyri.
Nú er vend komin í, og sunnudagsskúlin er byrjaður aftur. Ólavur ferðast nú millum trúboðarastarvið í Reykjavík og í Norðstreymoy, og harumframt eru hjúnini Bjørg av Kák Olsen og Hendrik Olsen komin afturat og standa fyri sunnudagsskúlanum, tá Ólavur er í Íslandi.
Fyrsti sunnudagsskúlin í hesum umfarinum var sunnudagin 5 januar, og uppmøtingin var góð.
Á skránni er tað sama, sum fólk kenna frá øðrum sunnudagsskúlum. Ólavur sigur, at Hendrik og Bjørg eru kreativ, og tað fær sunnudagsskúlin ágóða av.
Umframt at syngja saman við børnunum, hava onkur av børnunum eisini spælt ljóðføri afturvið, og Ólavur lærir tey so sangirnar so hvørt. Hann leggur afturat, at vaksin eru eisini vælkomin at koma at spæla afturvið felagssanginum, um tey hava hug. Børnini syngja væl við og eru taktføst, sigur Ólavur at enda og heilsar við orðunum hjá Jesusi í Matteus 19,14: ”Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.”