Sunnudagsskúlin á Oyrasundi byrjaður aftur

Sunnudagsskúlin, sum hevur verið á Oyrasundi í góð 35 ár er nú endiliga aftur í barnarúminum á Oyrasundskollegiinum.

Koronafarsóttin gjørdi, at ikki var ráðiligt at hava sunnudagsskúla í longri tíð.

Við góðari hjálp frá fólkum í barnaráðnum á kolleginum er eydnast aftur at bóka barnarúmið hvønn sunnudag kl. 11.

Nógv børn og vaksin eru møtt upp til sunnudagsskúlan seinastu tveir sunnudagarnar síðani byrjað varð aftur.

Sunnudagsskúlin er, sum sagt, hvønn sunnudag kl. 11 og øll eru hjartaliga vælkomin.

LES EISINI  Nú byrjar sunnudagsskúlin aftur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina