Sunnukvøldið byrjar missiónsvikan í Miðvági

Missiónshúsið í Miðvági skipar fyri árligu missiónsvikuni í døgunum 11. til 18. november. Evnið fyri vikuna hesaferð er “Missión”, og lagt verður fyri sunnudagin við familjumøti. Frá mikukvøldinum er Peter Tkaczyk úr Kanada høvuðstalari.

Skráin fyri missiónsvikuna er henda:

Sunnudagin 11. november
Klokkan 15.00: Familjumøti

Mánadagin 12. november
Klokkan 19.00: Gudstænasta við altargongd í Miðvágs kirkju. Bergur D. Joensen, prædikar.

Týsdagin 13. november
Klokkan 19.00: Juniormøti

Mikudagur 14. november
Klokkan 20.00: Møti við Peter Tkaczyk. Týtt verður til føroyskt.

Hósdagur 15. november
Klokkan 20.00: Møti við Peter Tkaczyk. Týtt verður til føroyskt.

Fríggjadagur 16. november
Klokkan 20.00: Møti við Oasubrøðrunum.

Leygardagur 17. november
Klokkan 20.00: Ungdómsmøti við Peter Tkazcyk. Týtt verður til føroyskt.

Sunnudagur 18. november
Klokkan 14.00: Sunnudagsskúli
Klokkan 18.00: Møti við Peter Tkazcyk. Týtt verður til føroyskt. Bólkurin Blátt Gras syngur.

Lovsangur verður á øllum møtunum.
Møguleiki fyri forbøn og samtalu eftir hvørt møti.
Góður drekkamunnur eftir hvørt møti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi tiltøk, sigur stýrið fyri missiónshúsið at enda.

LES EISINI  Hóskvøldið byrjar missiónsvikan í Tjørnuvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina