“Syngið við” í Sandavági Kristi himmalsferðardag
Í sambandi við aðalfundin hjá Kristiligum Lurtara & Hyggjarafelagi í Sandavági í ovurmorgin, Kristi himmalsferðardag, verður alment sangmøti klokkan 17. Tiltakið er í Meinigheitshúsinum.
Harmonikuvinir luttaka, og eisini syngja Heine Lützen og Eyðun Jacobsen nakrar sangir.
Sjálvur aðalfundurin er klokkan 14. Beint eftir aðalfundin verður orðaskifti, har nýggi kringvarpsstjórin Ivan Niclasen og Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, luttaka. Orðaskiftið snýr seg um leiklutin hjá Kringvarpi Føroya sum mentanarberi og um ætlanirnar fyri mentanarøkið komandi árini.
Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag er ein limafelagsskapur við umleið 1.100 limum, sum hevur til endamáls at virka fyri kristiligum sendingum í almenna kringvarpinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, og felagið vil eisini arbeiða ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar.