Syngið-við-kvøld í Leirvík leygarkvøldið
Leygarkvøldið 9. november klokkan 20 verður “Syngið-við-kvøld” í Leirvíkar missiónshúsi.
Tey fáa vitjan av Harmonikuvinum og fara at syngja nógvar góðar sangir, ið tey flestu kenna.
Marius Jacobsen hevur stutta andakt. Eisini syngur Kristoffur Olsen tveir sangir.
Aftaná verður ein góður drekkamunnur at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!