Syngið við sunnukvøldið

Sunnukvøldið 11. september klokkan 19.00 verður stórt syngið-við-kvøld í Leguhúsinum í Nesvík. Harmonikuvinir luttaka, og ein drekkamuður verður at fáa aftaná.

Tað er Hvalvíkar missiónshús, sum skipar fyri hesum kvøldinum í sambandi við mentanarvikuna í Sunda kommunu.

Gevið gætur: Tiltakið verður sunnukvøldið – ikki leygarkvøldið, sum lýst hevur verið.