Tá tú málar, kanst tú flyta fjøll

Hilmar Højgaard í Saltnesi er útbúgvin elektrikari og maskinistur, men hevur seinastu 10 árini arbeitt sum listamálari burturav. Honum dámar væl at mála bátar, fólk og bygdaløg og eisini málningar við myndevnum úr Bíbliuni.

Málaði um náttina
Hilmar byrjaði at mála, tá hann var 17 ára gamal, og honum dámdi eisini væl at tekna. Uppá spurningin, hví hann byrjaði at mála, sigur Hilmar, at hann einaferð hevði gjørt eina stóra tekning av bygdini við Gjógv uppá eitt pappír, og so kom pápi hansara og sá hana. Honum dámdi hana væl og helt, at Hilmar átti at farið at sett litir á hana.

– Og tað gjørdi eg. Eg gjørdi tveir slíkar málningar á pappír, men fann so út av, at eg mátti hava lørift. Men at fáa fatur í tilfari tá, var ikki lætt. Eg plagdi at fara við knallert heim á Toftir, so við Trónda til Havnar, og síðani til gongu niðan í ein handil, sum æt Ælabogin, har eg keypti lørift, rammur og máling, sigur Hilmar.

– Viðhvørt spyrji eg meg sjálvan: Hví standi eg her hvønn dag og bara máli, hví geri eg ikki okkurt annað? Eg veit ikki. Eg má bara mála, tað er nakað, sum eg eri bundin av, summi eru bundin av at roykja ella drekka, eg eri bundin av at mála, sigur hann og flennir.

Hilmar ger ofta eina skitsu, áðrenn hann málar ein málning.

– Og so kann tað vera, at eg flyti okkurt fjall eitt sindur her og okkurt annað har, so tað passar betur saman. So eg plagi at siga, at tað stendur skrivað, at “Trúgv kann flyta fjøll”. Eg veit ikki, hvussu tað er við tí; men tá tú málar, kanst tú flyta fjøll, sigur Hilmar.

Les alla samrøðuna við Hilmar í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 3. mars.