Tá ungi drongurin Jad, frá Sýria, bleiv doyptur, var hetta eitt bønasvar
Fyrstu ferð vit hoyrdu frá 17 ára gamla dreinginum Jad, var í 2021. Vit gjørdust glað tá hann greiddi frá, at hann sum 10 ára gamal var byrjaður at hyggja eftir Sat7-kids. Hetta mátti hann gera í loyndum. Sum trúgvin vaks til at kenna og elska Guð, longdist honum eftir at blíva doyptur og at finna eina kirkju, har hann kundi kenna seg tryggan. Sat7- barnarásirnar høvdu hjálpt og styrkt hann ígjøgnum nakrar av hansara myrkastu løtum í lívinum, orsaka av borgarakrígnum í landinum.
Marianne Awaraji, sum í mong ár hevur verið vertur á barnarásunum, tosaði tá við Jad og spurdi, hvussu harðskapurin rundan um hann, ávirkaði hann.
“Tá kríggi byrjaði, broyttist alt. Eg flýddi frá heimi og landsparti okkara, frá mínum systkjum og foreldrum. Eg minnist seliga tvær ringar upplivingar: tá pápi yvirlivdi eina drápsroynd og tá eg sjálvur bleiv rændur. Tað sum hjálpti mær væl ígjøgnum skelkin, serliga tá eg varð rændur, vóru sangirnir og tónleikurin, sum eg hevði lært meg uttanat frá sendingum tykkara. Eg sang teir umaftur og umaftur.»
Aftaná samrøðuna við Jad í 2021 segði Marianne: «Jad hevur ein dreym um at blíva doyptur men hann væntar, at hetta verður torført, tí familjan hjá honum veit einki um hansara trúgv. Latið okkum tí biðja um, at hansara ynski má gerast til verðunleika á ein ella annan hátt.
Hesum bønum og ynski svaraði Guð. Trý ár seinni, í 2024, ringdi Jad aftur til Marianne:
«Endiliga eri eg blivin doyptur, segði ein glaður Jad. Vóni at tú minnist meg frá seinast eg ringdi til tín. Eg vil í dag siga tær, at lítli Jad, sum plagdi at hyggja eftir Sat7-kids og Let´s sing Together, gjøgnum ein lítlan skýggja, langt frá eygunum hjá foreldrunum, er vorðin vaksin. Tað er við gleði, trúgv, takksemi og lovprísan, at eg vil siga tær frá hesum.»
Hann fortaldi síðani, at hann var farin undir seinasta árið, við at granska enskar bókmentir, sum hann var sera fegin um. Men tann største nýggjheitin var, at hann var blivin doyptur.
«Hetta er mín størsti dagur, at eg bleiv doyptur og hetta takka verið tær Marianne. Tú vart sum ein viti fyri meg, sum vísti mær vegin og leiddi meg til Jesus. Eg ynski so inniliga at deila hesa gleðina við tykkum og siga takk. Enduliga eri eg doyptur. Takk úr hjartadýpinum á lítla Jad til stóra Jad.
Bønirnar vóru svaraðar. Jad hevur nú fortalt familjuni um sína trúgv. Hann gongur í góðari kirkju, har hann kennir seg heima. Hann hevur fingið nógvar góðar vinir sum stuðla honum.
Sat7-sendingarnar hava framvegis stóran týdning í lívið hansara. Serliga sendingin um heilaga andans gerning, broytti lívið hjá Jad.
Hansara ynski er, at aðrir Sat7 hyggjarar skulu kenna, at Guð er til staðar í bønum teirra og at tey við frímóði og gleði kunnu biðja til hansara.
Sjálvur bað hann eina bøn fyri Sat7 starvsfólkunum, at tey framhaldandi máttu fáa styrki til at møta øllum teimum trúgvandi, sum ikki hava trúarfrælsi og vera forfylgd vegna sína trúgv, tá tey venda sær til sjónvarpsrásina.
Tað sæst og merkist, at Jad búnast og veksur í trúnni. Marianne gleðist og er trúarstyrkt av hesi frásøgn. «Søgan hjá Jad minnir okkum á, at sjálvt undir teimum mest avbjóðandi umstøðunum, megnar Guðs ljós at skína bjart ígjøgnum Sat7. Tað byrjaði sum eitt loyniligt trúarfræ, sum bleiv planta, ígjøgnum okkara sendingar , í hansara lítla hjarta og sum nú blómar til ein djarvan og frían vitnisburð um Jesus sum harra og frelsara.
Kelda: Sat7.
Leystliga umsett.
Ískoyti: Dagføringin frá Jad kom áðrenn kollveltingina, har Hayat Tahrir al-Sham koyrdi forsetan Bashar al-Assad frá. Óvist er, hvørja ávirkan nýggja stýrið í landinum kemur at hava fyri tey trúgvandi, so lati okkum minnast Jad og øllum teimum forfylgdu, í bønum okkara.
Myndir tiknar á vitjan í fólkaflóttalegu á markinum millum Sýria og Libanon 2017. Hesar vísa, at heilt út í fátæksligu tjøldini, røkkur Sat7 við gleðiliga boðskapinum um Jesus Kristus. Eisini verður sera góð skúlaundirvísing send til flóttabørnini, sum bæði kunnu fylgja undirvísingini í tjaldinum og eina ferð um vikuna saman við 100 børnum í senn, í niðurløgdum skúla.
Trýst á myndirnar og tær verða størri.