Tabor á Toftum fingið nýggjan formann
Á møtinum í missiónshúsinum Tabor á Toftum seinasta sunnukvøld var millum annað kunning frá stýrinum. Kunningin var, at nýggjur formaður er valdur fyri Leilu Højgaard, sum hevur verið forkvinna síðani 2006. Leila kom uppí stýrið fyri missiónshúsið í 2000.
Nýggi formaðurin er Olaf Magnussen, sum hevur verið næstformaður síðstu árini. Hini í stýrinum eru Helen Olsen, Janus Thomsen, Hans Jákup Elkjær, Olga Johannesen og Ólavur Øre. Stýrið fer at skipa seg annars ein av fyrstu fundunum.
Vegna stýrið takkaði Olaf Leilu fyri trúgva tænastu. Hann nevndi millum annað, at Leila er ordilig, líka við øll, dugir at lurta og er opin fyri nýggjum møguleikum.
Leila takkaði eisini fyri tíðina í stýrinum. Hon segði millum annað, at tað høvdu verið 18 góð ár, hóast tað ikki altíð er lættt at sita í einum stýri. Hon segði eisini, at stýrið hevði verið samt í flestu málum.
Leila takkaði bæði fyri stuðul frá familjuni og frá meinigheitini. Hon hevði kent tað so, at meinigheitin hevði bakkað stýrið væl upp og staðið aftanfyri í forbøn og í tænastu.