Tabor á Toftum kvarta øld næsta mikukvøld

Á Toftum halda tey vanliga árligu missiónsvikuna í somu viku, sum missiónshúsið hevur “føðingardag”, nevniliga 13. februar. Í ár eru 25 liðin, síðani húsið varð vígt, og í hesum sambandi halda tey dagin mikukvøldið á missiónsvikuni. Byrjað verður við døgurða í kjallaranum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Kl. 19:30 verður møti, og eftir møtið verða øll boðin til ein góðan drekkamunn.

Annars er missiónsvikan í døgunum 10.-17. februar, og yvirskriftin yvir møtini hesaferð er “Jesus vil & kann”. Tabor hevur góða útgerð at stroyma møtini, og møtini verða stroymað bæði á tabor.fo og á facebook.

Mikudagin verður Tabor 25 ár

LES EISINI  Møti: Oys út títt hjarta fyri ásjón Harrans
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina